Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Miðflokkurin – landsfundurin 2026

Miðflokkurin

Árligi landsfundurin hjá Miðflokkinum verður leygardagin tann 9. mai í Húsarhaldsskúlanum í Klaksvík, sum nú kallast Rótin.

 

Hetta er fyrsti landsfundur, har Steffan Klein Poulsen er formaður.

Landsfundurin verður hildin sambært viðtøkunum. Tveir nevndarlimir standa fyri vali í floksstjórnini (nevndini) og tað er longu staðfest, at hesir ikki taka við afturvali. Somuleiðis skulu tveir tiltakslimir veljast í floksstjórnina. Eisini verður onkur viðtøkubroyting viðgjørd umframt nýggju stevnuskránna.

Harafturat eru øll vælkomin til almennu móttøkuna frá kl. 14.00 í samband við formansskiftið.

 

Skráin fyri landsfundin:

9:00               Morgunmatur

9:45               Andakt

10:00             Aðalfundur og formansfrágreiðing

11:00             Politiskt orðaskifti

12:00             Steðgur og døgurði

14:00             Almenn móttøka í samband við formansskiftið

16:00             Liðugt