Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Miðlahúsið gevst við mánadagsútgávuni

Jóhann Lützen

Sambært haldaraskipanini á heimasíðuni hjá sosialinum sæst, at mánadagsútgávan hjá sosialinum fer í søguna

Tað er ikki langt síðani at Miðlahúsið gavst við Vikublaðnum, sum kom í hvørt hús. Nú er tað greitt, at mánadagsútgávan eisini er farin í søguna. Mánadags-Sosialurin, sum hevur verið “flaggskipið” innan vikuligar ítróttarfrásøgnir í Føroyum, kemur ikki útaftur, sambært haldaraskipanini á heimasíðuni hjá Sosialinum.

Tað verður saknur í skrivingini hjá m.ø. Tróndi Arge, Eyðuni Klakstein, Hera Simonsen og Jóannesi Hansen o.ø. Vit fara at royna at fáa ein viðmerking frá leiðsluni í Miðlahúsinum. 

Undan koronakreppini komu trý bløð frá Miðlahúsinum. Sosialurin kom út mánadagar, sum serliga var eitt ítróttarblað, mikudagar kom eitt ókeypis blað, og so vikuskiftis-Sosialurin.

Harleywoodpaint