Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðlarnir leggja løgtinginum lag á

Jóhann Lützen

Løgtingsumsitingin fer at dagføra sína heimasíðu og skipar í hesum døgum fyri málbólkafundum. Í dag vórðu umboð fyri føroysku miðlarnar boðin á fund.

www.logting.fo skal dagførast. Johnhard Klettheyggj, løgtingsstjóri og hansara fólk hava ymsar fyrireikandi fundir áðrenn arbeiði verður bjóða út.

Málbólkafundur varð í dag við miðlarnar og umborð fyri Kringvarpið og Norðlýið luttóku. Síðani verða aðrir fundir við eitt nú umboð fyri ymsu flokkarnar o.o. 

Johnhard Klettheyggj upplýsir fyri Norðlýsinum at nýggja heimasíðan skal verða klár at taka í nýtslu innan alt ov langa tíð.