Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Miðøkið avgerð úrslitið hjá Gallup

John William Joensen

Av tí at fleiri fólk búgva í miðøkinum hevur Gallup spurgt fleiri fólk í miðøkinum enn í restini av landinum – tá føroyingar blivu spurgdir um teir ynsktu eitt valdømi.

Tað eru bara trí valdømi í landinum, sum ynskja at Føroyar skal vera eitt valdømi (miðøkið) , og sambært Gallup so vóru eisini flest fólk spurgd í miðøkinum.

– Hevði ein fólkaatkvøða verið um Føroyar sum eitt valdømi, so hevði tað verið miðøkið, sum avgjørdi fólkaatkvøðuna – og hetta avspeglar seg eisini í veljarakanningin hjá okkum, var sagt frá Gallup.

Tað vil við øðrum orðum siga at hóast Suðuroyingar, Sandoyingar, Vágamenn og Norðoyingar ikki ynskja at Føroyar skullu vera eitt valdømi, so hevur tað onga ávirkan á úrslitið tí miðøkið ynskir at Føroyar skulu vera eitt valdømi.

Veljarakanningin hjá Gallup vísir eisini heilt greit hvar slag av politikarum koma inn á ting eftir at Føroyar vera eitt valdømi.
Tað vera teir sum fáa flestu atkvøðurnar í miðøkinum.