At leiga í Havn kostar nógvan pening. Eisini tá tað almenna leigar har. Í mongum av leigumálunum hjá tí almenna kostar tað yvir 1.000 krónur fyri hvønn fermetur. Heldur enn at berjast ímóti hesum rákinum, leggja almennu Føroyar bara uppaftur meira virksemi í Havn og leggja harvið stórt trýst á Landskassan.
Tá Føroyar blivu eitt valdømi, varð spátt, m.a. av fyrrverandi løgtingsformanninum Jógvani Ingvard Olsen, at politikararnir fóru at seta, har torvurnar vóru tjúkkastar. Hetta vísti seg at verða rætt. Nógv tær størstu og dýrastu íløgurnar verða gjørdar í Havn, har atkvøðurnar eru flestar. Árið eftir eitt valdømi varð spakin settur í fyri Marknagilsdeplinum, ið seinni fekk navnið Glasir. Hann skuldi kosta 515 milliónir og hevur fyri stuttum fingið eykajáttan uppá 113 milliónir afturat.
Nøkur ár seinni fóru gravimaskinurnar í gongd úti í Sandágerði. Sambært fíggjarlógini kann íløgan har koma at kosta 652,8 milliónir. Almannaverkið ger eisini vardar bústaðir og eitt barnaheim í Havn fyri 200 milliónir. Í umbúna er at gera Tjóðpall, har upphæddin ikki er ásett enn. Umframt hetta eru øll tey mongu leigumálini hjá tí almenna, har Landskassin rindar útleigarum í Havn tann hægsta fermetraprísin í landinum fyri at liggja júst har.
Í staðin fyri at at leggja onkrar av hesum íløgunum kring landið, so ger landið heldur ta dýrastu tunnilsíløguna í Føroya søgu millum Eysturoynna og Tórshavn, fyri at uppaftur fleiri skulu kunna koma skjótari til Havnar.
Á sjúkrahúsøkinum varð nógv lagt fyri, fyri at fáa sjúkrahúsini undir eina leiðslu. Teir tríggir sjúkrahússtjórarnir fóru allir trivaligt upp í løn, og tann á Landssjúkrahúsinum varð settur omanfyri hinar báðar. Soleiðis kom eitt leiðslulag omaná verandi leiðslu. Higartil hevur hetta bert kostað, uttan at sjúklingarnir hava merkt nakað til betraða tænastu.
Samstundis verður einki gjørt fyri at rationalisera í Suðurstreymoy. Tvørturímóti. Eitt eyka apotek er gjørt í Steinatúni, og í Suðurstreymoy eru einir 8 fólkaskúlar við hvør sínum skúlastjóra og hvør sínari leiðslu. Søvn Landsins, harav tey flestu eru í Havn, eru desentraliserað aftur, eftir at man var ónøgdur við samanleggingina har. Í Suðuroy og Norðoyggjum hevur eisini mikil ónøgd verið kring sentraliseringina av føðideildunum, men higartil hevur tað einki hjálpt. Kanska tí tey økini bert hava 5.000 íbúgvar og góðar 3.000 veljarar hvørt.
Í fyrispurningi frá 2010 spurdi Høgni Hoydal táverandi fíggjarmálaráðharra Jóannes Eidesgaard m.a. um kostnaðin hjá Taks at leiga. Svarið var tá, at uppi á Hálsi í Havn rindar Taks 875 krónur fyri fermeturin, meðan á Tvøroyri kostar ein fermetur Taks 525 krónur at leiga. Landsverk leigar í miðbýnum fyri 1.035 krónur fermeturin og Almannastovan fyri 906 krónur fermeturin á Smyrilsvegi. Almannamálaráðið leigar hinvegin kring alt landið, og har fæst tað bíligasta leigumálið fyri 260 krónur fyri hvønn m². Upplýst verður tó ikki, hvar í landinum hetta er. Øll tølini eru frá 2010.
Einki er at ivast í, at raksturin av almennu Føroyum kundi verið væl bíligari, um vit dugdu betur at gagnnýta alt landið. Men hetta snýr seg langt frá bara um at spara pening. Tað snýr seg um rættvísi.




