Fleiri KÍ-legendur hava boðað frá, at teir koma heim til Klaksvíkar at hyggja at Champions League dystinum KÍ-Ferencvaros við Djúpumýru týskvøldið kl. 19:45.
Mikkjal Thomassen var høvuðsvenjari hjá KÍ í átta ár, frá á heysti í 2014 til á heysti í 2022, og meir enn nakar er hann persónurin og ímyndin av tí totalu endurreisn, sum broytti KÍ til tað vinnarafelag, sum tað er í dag.
Nú roynir Mikkjal eydnuna sum høvuðsvenjari hjá Fredrikstad BK – higartil við góðum úrslitum.
Summar er, og nú kemur Mikkjal fyri fyrstu ferð aftur til Klaksvíkar á vitjan og at síggja Champions League dystin KÍ-Ferencvaros við Djúpumýru týskvøldið kl. 19:45.
Ein av okkara allarbestu leikarum, Jóannes Bjartalíð, fór saman við Mikkjali til Noregs at royna fótbóltseydnuna, og tykist hann eisini at klára seg væl á besta liðnum hjá Mikkjali í Fredrikstad BK.
Eisini Bjartalíð kemur heim til Klaksvíkar og fer at hyggja at dystinum KÍ-Ferencvaros við Djúpumýru týskvøldið.
Ein triðja KÍ-legenda verður eisini við Djúpumýru týskvøldið, nevniliga Kurt Mørkøre, sum í mong ár var málmaskinan og herførarin á besta liðnum hjá KÍ.
Kurt fór í meistaraárinum 1999 frá KÍ til Sogndal í Noregi at royna fótbóltseydnuna, og framvegis í dag býr hann í Noregi.
Týskvøldið verður høvi at síggja hesar tríggjar KÍ-legendurnar, sum saman við okkum koma at stuðla okkara monnum á vøllinum.
KOYR Á KÍ !!!


