Venjarin Mikkjal K. Thomassen hevur tilboð úr Noregi.
Bergen Avisen skrivar í dag, at KÍ-venjarin Mikkjal K. Thomassen kann blíva komandi høvuðsvenjarin hjá Øygarden FK. Hetta liðið skal komandi kappingarár spæla í næstbestu norsku deildini. Við FM1 váttar Mikkjal, at hann hevur fingið hetta starvið bjóðað, og at hann nú í samráð við KÍ umhugsar støðuna. Hann hevur ikki tikið støðu til, um hann tekur av tilboðnum úr næstbestu norsku deildini at vera høvuðsvenjari ella um hann heldur fram í KÍ.
Mikkjal er í løtuni í gongd við at taka PRO-venjaraútbúgvingina í júst Noregi. Øygarden FK er eitt nýtt felag, sum tekur yvir luttøkuloyvið hjá Nest Sotra, sum hevur søkt um hesa broyingina. Mikkjal kann sostatt blíva fyrsti venjarin hjá Øygarden FK.


