Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mikkjal um venjingardystirnar og HB-dystin

Jákup Ósá

KÍ-venjarin staðfestir, at hann og KÍ-hópurin fáa seg royndar fyrstu umførini, har talan er um sterk mótstøðulið.

 

Brot úr KÍ blaðnum:

Venjingardystirnir

KÍ hevur fingið vánalig úrslit í venjingardystunum, og vit spyrja, hvat venjingardystirnir vera brúktir til.

– Venjingardystirnir í ár hava verið til at avstemma nøkur viðurskiftir reint taktiskt. Vit hava roynt ymiskt av. Sumt hava vit vrakað, sum vit ætlaðu okkum, men sum ikki hevur víst seg at rigga. Tí tá ein setur liðið upp, so sær man ymiskt, sum man kanska ikki væntaði frammanundan. Síðani er tað at innføra spælistílin til leikararnar og í smálutum snýr tað t.d. um pressspæl, presslinjur, verjuspælsmannagongdir, umstillingsmannagongdir o.s.v. Harafturat er tað týdningarmikið at síggja sambandið millum leikararnar. Eru tað leikarar sum gera hvønn annan betri, eru tað leikarar sum ikki arbeiða saman eins væl, hvat hendir við ymiskum samansetingum. Hetta eru spurningar, sum man roynir at fáa svar uppá í venjingardystum, greiðir venjarin frá. Hann væntar, at onkrir lokalir leikarar fara at fáa møguleikan í ár.

– Vit koma heilt vist at síggja onkrar ungar lokalar leikarar fáa spælitíð. Undanfarin ár hava víst, at tað altíð eru ungir leikarar, sum traðka fram og kanska ofta óvæntað fáa nógva spælitíð og avrika væl. Hesi seinastu fýra árini kunnu vit nevna Heðin Klakstein, Jóannes Bjartalíð, Jákup B. Andreasen, Jóannes K. Danielsen, Ólavur Niclassen, Dávid Langgard og í fjør Óli Ey. Poulsen. Vit hava ein øgiliga smalan hóp, so eg vænti at vit koma at síggja nógv til teir ungu lokalu leikararnar í ár. Tað er fantastiska stuttligt sum venjari, at man altíð blívur positivt yvirraskaður av teimum ungu leikarum, sigur KÍ-venjarin.

 

Trupul byrjan eins og í fjør

Í fjør hevði KÍ eina trupla byrjan, men útidystirnir móti HB og NSÍ góvu fulla úrtøku. KÍ hevur stórar uppgávur fyri framman fyrstu tvey umførini, tá føroyameistararnir seinastu trý árini eru á skránni.

– Tað sum Víkingur vísti í Klaksvíkskappingini sá øgiligt út. Har sóu teir øgiliga góðir út. HB er tað besta liðið í løtuni, so vit fáa okkum royndar í hesum báðum dystunum. Tað er trupult at siga, um tað er ein fyrimunur at møta teimum góðu liðunum beinanvegin, tí eg haldi, at tað er altíð trupult tey fyrstu umførini. Eg havi roynt alt, og tað er trupult móti toppliðum, og tað kann vera trupult móti uppflytarum. Vit eru greiðir yvir, hvat skal til, um vit skulu fáa góða úrtøku, og tá skulu vit raka øgiliga væl hesar báðar dystirnar. Eg vænti eina kapping, sum verður verri at spáa um enn í fjør. Eitt lið sum Skála kemur at nærkast toppinum og eitt lið sum AB kann fara at arga toppliðini í innanhýsis dystum. Teir eru vaksnir eitt ár. Eg havi havt HB og B36 sum tey sterkastu liðini, um man tekur hóparnar, men eg bleiv øgiliga positivt bilsin av Víkingi hesar seinastu vikurnar, so tað er trupult at meta um, men eg meti HB at vera nógv tað sterkasta liðið, meðan hini liðini eru nokkso jøvn og ymisk, sigur Mikkjal K. Thomassen við Norðlýsið.