Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mildrid á Lógv tikið sæti í býráðnum

klaksvik.fo

Á býráðsfundinum hóskvøldið 28. mai 2025, tók Mildrid á Lógv sæti í býráðnum fyri Anniku S. Biskopstø, sum hevði forfall

 

Við seinasta kommunustýrisval stillaði Mildrid á Lógv upp á listanum hjá Tjóðveldi, sum fekk tveir býráðslimir valdar. Teir eru Annika Steintórsdóttir Biskopstø og Anfinn í Toft, sum fingu ávíkavist 200 og 170 atkvøður, meðan Mildrid á Lógv gjørdist nummar trý á listanum hjá Tjóðveldi við 90 atkvøðum.

Sostatt er Mildrid á Lógv fyrsti varabýráðslimur fyri Tjóðveldi í inniverandi valskeiði (2025-28).

Hetta er fyrstu ferð, at Mildrid tekur sæti í býráðnum.