Multi-milliardérurin Bill Gates stendur í bíðirøð sum øll onnur, tá hann vil hava ein góðan burgara.
Herfyri kundi lesast um, at av tí at almenni sektorurin í USA liggur lamin, so mátti Donald Trump sjálvur syrgja fyri at bíleggja mat til gestirnar í Hvítu Húsunum. Køkurin í forsetahúsunum er nevniliga eisini raktur. Og tá hann skuldi velja matskránna, so valdi Trump at bíleggja – burgarar.
Eisini ein millarderur vísur alment sín forkærleika fyri burgaran. Hóast hann kundi fingið foie gras og Dom Perignon flogið inn úr Fraklandi í privatflogfari, um hann vildi, so stillaði Bill Gates seg í bíðirøð at keypa burgara frá Dick’s Drive-in. Dýrasti burgarin har kostar $3,40 ella umleið 25 krónur. Við chipsum og eini cola afturvið koma vit upp á 7 dollarar og 68 cent, ella umleið 50 krónur.
Nógv fólk hava viðmerkt hendingina, tey allarflestu positivt. At milliardérar stíga niður úr sínum skýskravarum og vísa seg at vera heilt niðri á jørðini og bera seg at sum vanlig fólk, er nakað, sum almenningunum veruliga dámar.
Bill Gates var leingi ríkasti maður í verðini, og er í dag næstríkastur við einum virði uppá 95 milliardir amerikanskar dollarar. Tann einasti ríkari er Jeff Bezos, sum teknar seg fyri 112 milliardum. Felags fyri báðar er, at teir hava livað amerikanska dreymin, t.v.s. arbeitt seg upp frá botni av og eru vorðnir milliardérar uttan at verða føddir við silvurskeið í munninum. Jeff Bezos hevur eisini eitt forhold til burgarar. Hann hevur nevniliga starvast hjá McDonald’s í sínum ungu døgum.



