Koyrdi til Havnar ein dagin at keypa konuni eina jólagávu, hóast tað ikki er mín størsta styrki, tí eg dugi ikki at keypa jólagávur. Veit heldur ikki, hvat eg skal keypa, tí øll tykjast eiga alt, so hesum má konan taka sær av. Men konuni vil eg fegin keypa eina jólagávu. Eg visti, at hon hevði rikið fram undir, at henni manglaði eina skógvar, tí sum fyrrverandi postboð slítur hon skjótt sínar skógvar, tí henni dámar støðugt væl at ganga túrar. Meg fær hon tó ongantíð við sær. Hon sigur bara, at eg slíti fleiri dekk enn skógvar.
Skrúvaði radio frá meðan eg koyrdi, plagi lurta eftir R7, tí teir senda ofta góðan tónleik. Men tíðindini í KvF fóru at nærkast, so eg setti á útvarpið, hóast eg visti, at tað mundi bara vera tað sama, sum tey høvdu fortalt fleiri ferðir umaftur teir seinastu dagarnar. Men eg lurti altíð eftir, hvør kann vera deyður, sum eg møguliga kenni.
Tíðindini vóru tey somu, beinleiðis ella óbeinleiðis um teir fýra-fimm reiðararnar, sum eiga allar pengarnar í Føroyum, og at næstan allir hinir 52.000 føroyingarnir eiga lítið og einki av pengum og ganga einari fátæksligari framtíð á møti.
Hugsaði, at tað mundi ikki vera torført at finna ein parkeringsbás við SM, nú fjøldin av fólki ikki hevur nógvar pengar at keypa fyri. Men tá ið eg snaraði inn móti Sølumiðstøðini, fekk eg annað at síggja. Har uddi í bilum, hvør básur var upptikin. Koyrdi runt nakrar ferðir í erva, men ikki at bjóða til, at finna eitt parkeringspláss til bilin. Fór síðan niður undir dekkið. Einir fimm bilar koyrdu aftan á mær. Eisini har koyrdi eg runt nakrar ferðir, jú, brádliga síggi eg ein bil bakka út, steðgaði á, hoyri at bilar aftanfyri floyta eftir mær, men nú máttu teir heldur øsa seg, eg bíðaði til bilurin var farin, so trongdi eg mín lítla bil inn millum tveir stórar, fínar jeepar, sum fyltu báðar básarnar, teir stóðu í. Eg fekk skorað meg út millum mín bil og stóra jeepin, ansaði væl eftir ikki at skøva hann, hugsaði, at helst mundi ein av teimum fýra-fimm reiðarunum eiga hesar báðar bilarnar. Men tá ið eg gekk yvir móti bláu inngongdini sá eg, at eg fór heilt skeivur. Har stóð ein rúgva av bæði stórum og fínum bilum í flestu básum – nógv fleiri enn fýra-fimm. Fólk komu trillandi við rokaðum vognum av vørum, sum tey lessaðu inn í bilarnar.
Áðrenn eg fór upp trappurnar at leita eftir skónum, hoppaði eg inn í Miklagarð at keypa nøkur súreplir. Fylti tíggju fruktir upp í at posa; men tað skuldi eg ikki havt gjørt, tí komin til kassarnar, vóru røðirnar av fólki við rokaðum keypsvognum so langar, at har hevði ein so ótolin maður sum eg, ikki bindindi at bíða. Fór tí yvir aftur til fruktdiskin, legði súreplini væl aftur, spurdi so pent nøkur fólk, sum stóðu og hildu í teir fullu vognarnar, um eg kundi sleppa framvið Tey vóru smílandi og vinarlig og fluttu seg eitt lítið sindur til viks. Legði merkið til, at eingin av teimum fýra-fimm reiðarunum vóru í kassarøðini, eg hevði kenst við teir, tí SvF sýnir í heilum myndir av teimum á skíggjanum.
Síðan fór eg upp á, og inn í ein skógvahandil. Har var ikki so trongligt ta løtuna. Ein smílandi, fitt genta kom rennandi og spurdi, hvat hon kundi hjálpa mær við. Jú, sær tú, eg skuldi keypa konuni eina skógar í jólagávu, men eg veit ikki akkurát, hvørjar henni hevði dámt best. Als eingin trupulleiki, segði gentan. Sig mær bara aldur á konuni, og nummar á skónum, so finni eg teir fyri teg, og sum tú veit, so kann hon bara koma aftur við teimum og bíta teir um, hon skal bara hava seðilin við. Tað ljóðar fínt, svaraði eg. Eg rindaði og spurdi um eg kundi fáa ein beriposa at koyra teir í, Nei, nei, skal eg ikki fyrst pakka teir inn fyri teg? Er tað ikki ov nógv fyri, svaraði eg? Nei, sjálvandi, tað gera vit við gleði. Gentan pakkaði skógvaeskina pent inn, knýtti eitt vakurt band um, klistraði eina vakra rósu á pakkan og eitt merkið at skriva navnið á. So ynskti hon var gleðilig jól. Eg svaraði: somuleiðis, og takkaði henni fyri, fór síðan sera fegin út við hesum vakra pakkanum til konuna.
Komin út úr handlinum, rópti ein eldri maður navnið á mær: Et tú í Havn í dag? spurdi hann. Ja, svaraði eg. Men nú eri eg so býttur, at eg komist ikki við, hvør tú er. Kennir tú ikki meg, vit fóru saman í Grønlandi 1968. Jú, men góði tú, tað er meira enn hálv øld síðan, tá var eg bara átjan ár, Hvør er tað nú, tú er? Hann segði mær so navnið. Altso, er tað tú, ja, teg minnist eg sera væl, vit høvdu kamar saman, segði eg, men eg havi ongantíð sæð teg síðan, minnist at tú var væl eldri enn eg. Ja, nú eri eg farin um tey áttatí, segði hann. Eg helt faktist ikki, at tú var millum okkum longur, segði eg. Jú, tala ikki, ókrút forgongur ikki so, svaraði hann. Hvat ger tú í Havn í dag? spurdi hann. Eg havi keypt konuni eina jólagávu, svaraði eg. Hann gjørdist meira fámæltur: Ja, tað gjørdi eg eisini til fyri tveimum árum síðan, men so misti eg mína konu av ringari sjúku, so nú eri eg einasamallur í húsi, tað kennist tómligt, men eg dugi alt húsligt arbeiði, so hvat tí viðvíkur er eingin trupulleiki, og eg kundi gott hildið jólaftan einsamallur fyri tað, men eg havi eina dóttir, og tað hevði hon aldri loyvt mær, kom eg ikki við góðum til hennara jólaaftan, so hevði hon tikið meg við magt. Hon er mær ein góður stuðul eftir at mamma hennara andaðist.
Prátið datt so niður á jól. Her er nógv fólk at síggja, segði eg. Ja, og nógvir pengar verða brúktir, svaraði hann. Tey siga, at tað eru bara fýra-fimm reiðarar, sum hava allar pengarnar í landinum, men eftir teimum rokaðu keypsvognunum at meta, so eru teir munandi fleiri, eg havi sæð minst hundrað, hesa løtuna, eg havi verið her, segði eg. Hundrað? tað munar lítið, tú hevur bara sæð nakrar fáar í hesum eina handlinum eina løtu. Nei, teir teljast í túsunda tali. Tú sleppur nóg illa nærindis nøkrum handli við bili. Tað verður keypt av øllum slag, bæði turt og vátt, segði hann. Munnu fólk klára at brúka og eta alt, sum tey keypa, segði eg. Nei, so langt ífrá, ein partur fer beinleiðis í ruskspannina eftir jól, segði hann. Eg helt fyri við hann at maðurin, sum vit halda føðingardag hjá í hesum døgum, dámar ikki, at vit tveita nakað burtur. Einaferð helt hann eitt stórt gildið, eg veit ikki um tað var eitt slags jólaborðhald. Har vóru fleiri túsund fólk komin saman. Tá ið øll vóru mett, leyp ein rúgva av, sum helst hevði verið tveitt burtur. Men hesum loyvdi hann ikki. Hann bað húsfólkið samla allar restirnar upp, so at einki skuldi fara til spillist. Tey samlaðu so upp í grýtur, pannur, skuffur, føt og kør, eini tólv íløt í alt, so at einki skuldi fara á Sandvíkarhjalla ella á Hagaleiti. Kanska áttu vit at gjørt tað sama, tí hóast ”reiðarar” í túsunda tali eru í landinum, so verður kortini sagt, at hvørt ár detta nøkur niður í millum, kanska ein granni ella ein kunningur, hesi høvdu helst verið takksom fyri nakrar ”molar”.
Ja, tað er vist, svaraði hann. Í mínum barnaárum var mangan fátæksligt, tá var einki tveitt burtur. Fjøldin áttu tá sera lítið, nú eigur fjøldin sera nógv, ja, nógv meira enn tey klára at brúka, so rætt hevur tú: Og er tað sum sagt verður, at tekini um, at tú eigur nógvar pengar er, at tú er reiðari, so trýtur ikki við reiðarum runt um í landinum.
Eg helt at eg mátti fara víðari, ynskti honum eina gleðiliga hátíð, og fór niður aftur gjøgnum trappurnar og út í bilin.
John S. Myllhamar




