Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Millummáltíð eisini til grunddeild

skulatrod.fo

Nú matarskipanin hevur virkað eina tíð í mið- og hádeildini, verður hon eisini víðkað til grunddeild.

Frá mikudegnum 14.02.2024 fer matarskipanin at bjóða grunddeild eitt ábit kl. 09:00.

Fyrstu royndartíðina verður máltíðin borðreidd inni í skúlastovuni. Eftir eina tíð verður hetta eftirmett og møguliga tillagingar gjørdar.

Við hesum fáa allar deildirnar eitt ábit kl. 9:00/9:30.

Matarsteðgurin hjá miðdeildini er kl. 10:30, meðan matarsteðgurin hjá grund- og hádeild er kl. 11:15.

Meira kunning um matarskipanina fæst við at trýsta á leinkjuna: https://skulatrod.fo/12217 

 
Viðvíkjandi matvøru ovurviðkvæmi.

Hevur barnið matvøru ovurviðkvæmi, er umráðandi at fáa tað skjalfest fyri at tryggja, at øll fáa gagn av matarskipanini.
Meira kunning við at trýsta á leinkjuna: https://skulatrod.fo/12222