Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Minkandi seinnapartin

Hanus Kjølbro

Tað er eitt sindur av vindi í morgun. Eitt lágtrýst liggur beint vestan fyri Føroyar, og tí er ættin sunnan.

Til lágtrýst hoyra vanliga eitt ella fleiri brúgvaløg við regni, og einki undantak er í so máta við hesum lágtrýstinum.

Veðurstøðir Landsverks siga frá miðalvindi upp í 13 til 18 m/s a middegi í dag og eisini frá avfalli. Tó er slitið í vestanfyri og sunnanfyri. Brúgvalagið er við at fara framvið eystureftir.

Seinnapartin í dag – tað verður um 4 tíðina ± – er turt kring alt landið (tó okkurt ælið), og vindurin er minkaður niður í 5 til 10 m/s úr útsynningi-vestri.

Soleiðis fer dagurin at ganga, umleið soleiðis, ið hvussu so er….

Harleywoodpaint