Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Minniligt comeback hjá Inga Rasmussen

Jákup Ósá

Ingi spældi fyri fyrstu ferð í 10 ár, men kom í trupulleikar við dómaran Eiler Rasmussen.

Leikandi HB venjarin í 1.deild gjørdi ”comeback” í 1.deild í dag. Tað gjørdist ein minniligur dystir.

Ingi Rasmussen er venjari hjá 1.deildarliðnum hjá HB, sum í dag spældi í Vági móti besta liðnum hjá FC Suðuroy. FC Suðuroy vann dystin 3-2. Sigursmálið kom í 66. minutti.

Men tað merkisverda var, at venjarin Ingi Rasmussen kom á vøllin í 82. minutti. Hetta var fyrstu ferð í knapt 10 ár, at tann nú 45 ára gamli HB leikarin kom á vøllin í næstbestu deildini. Í 89. minutti fekk Ingi gult kort og í 93. minutti fekk hann seinna gula kortið og harvið reytt kort frá dómaranum Eiler Rasmussen. Sostatt gjørdist talan um minniligt ”comeback” hjá Inga, sum bara skuldi hava 11 minuttir fyri at ogna sær tvey gul kort og harvið reytt kort. Um hetta er met í næst bestu deildini vita vit tó ikki.

Ingi Rasmussen er skrásettur fyri tveir A-landsdystir og hevur einans umboðað HB í vaksnamannafótbólti.

Kelda til greinina: faroesoccer.com

Mynd: hb.fo

Harleywoodpaint