Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minningarhald teirra sjólátnu í Klaksvíkar kommunu

Dávur Winther

Í Svínoy verður minningarhald teirra sjólátnu í dag, allahalgannardag – kl. 13 við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi” í Svínoy.  Jógvan Horn flytir fram røðu

Á Syðradali

Verður minningarhald teirra sjólátnu allahalgannadag – kl. 13.30.

SAM fer av Klaksvík kl. 13.00 og av Syðradali kl. 15.50

Jóhan við Neyst, flytir fram røðu. 
 

Í Klaksvík

Verður allahalgannahald í dag kl. 15.00  – við Gamla Kirkjugarði – í Klaksvík.    

John Júst á Marknagili, flytir fram røðu  

KFUM og K-kórið  syngur

 

Boðið verður til ein drekkamunn í KFUM og K eftir haldið

Klaksvíkar býráð

Allahalgannadag minnast vit tey, ið fingu váta grøv og tey, ið doyðu í yrki sínum á sjónum. Siðvenjan at minnast sjólátin er staðfest í tveimum løgtingssamtyktum. Tann fyrra er frá 1943, tann seinna í 1949.

Minningarhaldið allahalgannadag er bæði staðbundið umboðandi tað lokala økið og alment umboðandi allar Føroyar.

Tað staðbundna minningarhaldið tekur atlit at nærumhvørvinum og lagnu fólksins í økinum.

Vit takka Guði fyri at eingin føroyingur er deyður í yrki sínum á sjónum farandi allahalganna ár.