Allahalgannadag kl. 11 var minningarhald teirra sjólátnu við minnisvarðan, ”Dropi í lívsins havi” í Svínoy.
Alt tað fólk, sum var í Svínoy henda dagin var við til minningarhaldið. Vegna vánaliga veðrið, varð sjálvt haldið inni í dansistovuni, sum er beint omanfyri minnisvarðan, og síðani var farið oman til minnisvarðan at leggja kransar.
Poul Sivar Olsen bjóðið vælkomin og síðani varð sálmurin, ”Bert ein dag, eitt bil í senn eg fái”, sungin
Óli á Geilini flutti fram røðu, sum verður endurgingin niðanfyri.
Kransar, sum Skipara- og Navigatørfelagið og Klaksvíkar kommuna høvdu latið, vórðu lagdir.
Áðrenn og eftir vórðu ”Takk, Guð fyri alt, sum hendi” og ”Tú alfagra land mítt” sungnir.
Løtan endaði við, at biðið varð, Faðir vár.
Niðanfyri verður røðan, sum Óli á Geilini flutti fram, endurgingin:
Røða við minnisvarðan í Svínoy 1. novembur 2020
Í 1913 eitt sindur undan jólum fóru fleiri bátar úr Svínoy til útróðrar. Jógvan uppi í Húsi sigur í jólablaðnum “Hugnalig jól” í 1963, at allir bátarnir í Svínoy fóru til útróðrar hendan dagin. Veðrið var gott, men barometrið stóð í botni hendan morgunin. Bátarnir royna fyri uttan Draga og kanska suður móti Høvdanum , tá hann veksur vindin av útsynningi, ella útsynningi suðri, og tað verður rættiligur stormur. Bátarnir seta segl við kós móti landi, men tað var sera trupult at sigla. Jógvan uppi í Húsi var sjálvur við áttamannafarinum “Bjarna” og hann sigur, at tað var ikki meiri enn so at teir greiddu tað.
Eystfallið var komið, og teir vóru ov seinir at seta segl og máttu bara herja á broddin. Tað vóru stór brot at síggja í broddinum, men har var ikki annað at gera. Tað eydnast teimum kortini at vinna inn um eystfallið, og tá gerst veðrið eitt sindur betri. Teir fara tá at vita, um teir síggja nakað til hinar bátarnar, sum vóru á útróðri. Teir telja øll seglini, sum teir síggja, og tá manglaði eitt segl; tað var seglið á “Havgásini”. Hinir bátarnir vunnu so allir upp land, men ikki “Havgásin”. Við ”Havgásini” vóru 6 mans.
Hesum greiðir, sum sagt, Jógvan uppi í Húsi frá í “Hugnalig jól” í 1963.
Hvussu nógvir mans vóru til útróðrar hendan dagin vita vit ikki, men vit vita, at allir bátarnir uttan ein, vórðu førdir aftur til lands. Vit vita einki frá “Havgásini” at siga hendan dagin annað enn tað, at hon var á útróðri men vann ikki upp land aftur, og einki spurdist aftur til teir, ið við henni vóru.
Tað hevur verið gamal siður í Føroyum at leggja alt í Harrans hendur, tá farið varð til útróðrar. Havið kann geva góðan fong, men tað kann eisini krevja aftur, og mong eru tey, ið hava sitið eftir við sorg, tí havið tók onkran av teirra kæru. Men so hoyra vit eisini um hvussu menn á undurfullan hátt eru førdir aftur í øllum góðum, hóast tað hevur sæð illa út, tá harðast hevur leikað á. Tiltikin er ferðin, tá Fuglberg varð keyptur heim til Føroya. Tá teir sigla hann heim til Føroya úr Bretlandi koma teir í rættiligt ódnarveður, og tað verður sagt, at skipið fór runt; kjølurin vendi uppeftir, men skipið kom tó aftur at flóta beint. Í einari útvarpssending tosar Bergur Jacobsen prestur við Pól Justinussen, sum vit øll kendu. Hann varð eisini kallaður Pól á Fuglberg.
Tað var hann, sum saman við øðrum, sigldi skipið heim. Í sendingini greiðir Pól frá hesi ferðini heim til Føroya við Fuglberg. Nú minnist eg ikki orðarætt, hvussu hann segði, men tá tað ringast stóð til, og teir væntaðu, at teir gingu burtur, so sigur Pól á Fuglberg nakað soleiðis: “Ja, vit bóðu Harran um at taka okkum og vera eftir hjá teimum, ið eftir sótu”. Tá roknaðu teir við, at teirra síðsta stund her á foldum var komin, men Gud vildi tað øðrvísi og førdi teir allar aftur í øllum góðum, hóast ferðin var hørð og buldraslig.
Vit kunnu so spyrja: “Hvussu við teimum, ið ikki komu aftur á lívið? Teimum, sum havið tók og einki spurdist aftur til? Var Harrin ikki við teimum? Ella var hann bara við teimum, ið bóru boð í bý og vunnu upp land?”
Havandi í huga tað, ið Pól á Fuglberg segði, at teir bóðu Harran um at taka seg og vera eftir hjá teimum, ið eftir sótu, vil eg nevna eitt brot úr skriftini. Tá Jesus talar um hin ríka mannin og Lásarus, so sigur hann, at tá Lásarus doyði, so varð hann av einglunum borin í fang Abrahams. Vit síggja her, at Guds vernd heldur ikki uppat fyri tað um vit doyggja. Vit hoyra eisini um Stefánus, ið varð steinaður til deyðis fyri trúgv sína á Jesus, at hann sá himlarnar opnar og var tí tryggur í hondum Guds, sjálvt um likam hansara varð steinað til deyðis. Hetta er tann vónin, ið troystar tey, ið eftir sita. Tað merkir ikki, at tey, ið eftir sita, ikki bera sorg, men tað er ikki ein vónleys sorg. Í trúnni á Jesus er tað ein vón um einaferð aftur at verða sameind við tey, sum farin eru.
Minnisvarðin her í Svínoy ímyndar ein døggdropa ella eitt tár, sum so aftur ímyndar sorgina hjá teimum, ið eftir sita. Á aðrari síðuni á dropanum er ein vongur formaður til soleiðis, at hann kann ímynda ein einglavong. Hesin einglavongur er so eisini ein mynd av tí verju, ið fylgir okkum her í lívinum, hvar vit so enn eru stødd. Frammantil á vonginum eru fjaðrarnar soleiðis tilevnaðar, at tær eisini kunnu minna um aldur á sjónum. Aftureftir á vonginum minna fjarðarnar um borðini á einum báti, men eisini um røkur í bjørgunum.
“Hann varð av einglunum borin í fang Abrahams”. Soleiðis er Guds verja við okkum, hvar vit so eru á sjógvi ella landi. Hond hansara kann føra okkum til lands úr vandasjógvum, um tað er vilji hansara, og tað eru mong, ið kunnu takka Gudi fyri bjarging, tá tað hevur sæð út sum eingin vón var. Men hetta orðið um Lásarus, sum av einglunum varð borin í fang Abrahams, og orðið um Stefánus, sum sá himlarnar opnar í deyðastund síni, minnir okkum á, at skal deyðin taka okkum í favn, so er armur Guds ikki viknaður fyri tað. Í trúnni á Jesus er hann við okkum allar dagar, líka til veraldar enda. Eisini í deyðanum er hann við okkum og ber okkum heim, har tað ikki longur er nakar deyði.
Tað er einki at ivast í, at tað var stór sorg í Svínoyar bygd hetta kvøldið í desembur 1913, tá “Havgásin” gekk burtur við 6 monnum. Teir, sum vóru afturkomnir við hinum bátunum, kundu kanska gleðast um, at teir sjálvir vóru komnir úr hesi vandasigling við lívinum, men samstundis hava teir borið sorg yvir bygdarmenn sínar við “Havgásini”, ið ikki komu aftur henda dagin, men fingu eina váta grøv.
Árið fyri – eisini í desembur beint fyri jól – varð svínoyarbáturin “Janbardur” ásigldur av trolara, og tá druknaðu fimm mans, meðan tveir vórðu bjargaðir. Henda tíðin hevur tí verið merkt av stórari sorg í bygdini. Tá er tað gott at eiga hesa vón, at deyðin ikki er tann endaligi skilnaðurin. Jesus, sum vann á deyðanum, tá hann reis úr grøvini páskamorgun, skal eisini reisa øll tey upp, ið hava trúð á hann, um tey so eru farin á sjónum ella av øðrum orsøkum.
Deyðin hevur fylgt mannaættini líka síðani syndafallið, og vit kunnu siga, at hetta eru korini ella treytirnar vit øll liva undir her á foldum. Vanlukkan kann raka, og deyðin voldir sorg og skilna millum menniskju. Soleiðis skal tað tó ikki vera í allar tíðir; einaferð verður hetta broytt. Tann Gud, sum skapti okkum og henda heim, sum vit liva í nú, skal einaferð gera alt nýtt. Í Opinberingini lesa vit hesi orð; “Og hann skal turka hvørt tár av eygum teirra, og deyðin skal ikki longur vera til, ikki heldur sorg, ikki heldur skríggj, ikki heldur pínsla skal longur vera til, tí hitt fyrra er farið”. Og tann , sum í hásætinum sat, segði: “Sí, eg geri allar lutir nýggjar.”
Hetta er tann kristna vónin, sum Jesus hevur vunnið okkum við deyða og uppreisn síni frá deyðum. Í trúnni á hann hevur deyðin einki vald á okkum. Ja, Jesus sigur sjálvur við Marthu, tá bróðir hennara Lásarus var deyður: “Eg eri uppreisnin og lívið; tann, ið trýr á meg skal liva, um hann so doyr.”
Hetta er tann vónin, ið troystar tey, ið eftir sita, tá vanlukkan rakar.
Nøvnini á teimum, ið fórust við “Havgásini”, standa øll á minnisvarðanum her; eisini nøvnini á teimum, ið druknaðu, tá “Janbardur” varð ásigldur av trolaranum. Her standa eisini mong onnur nøvn, og vit kunnu takka Gudi fyri, at vit kunnu minnast tey við einari vón, sum røkkur longur enn til gravarbakkan. Hon ber yvir um deyðan, og tí kunnu vit bera sorgina í takksemi til Gud fyri tað æviga lívið, ið Jesus vann okkum við deyða sínum.
Ein sálmur í sálmabókini viðgerð so væl júst hetta evnið at syrgja, men kortini eiga eina vón. Danski presturin og sálmaskaldið Jens Nikolai Ludvig Schjørring, sum livdi frá 1825 – 1900, hevur yrkt sálmin. Í týðing eftir Petur Jacob Sigvardsen ljóðar hann soleiðis:
Vinir Guds á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð;
renna sorgartár á kinni,
hetta orð tó ugga ber.
Síggjast vit ei meir og fara
foldum frá og undir flag,
í tí stóra, halga skara
møtast vit tó Harrans dag
Um vit enn við sorg her siga
kærum vinum várt farvæl,
góðan dag vit aftur biðja,
himni á tað ljóða skal.
Renna skilnartár á kinni,
syngjandi tó boðskap ber;
Vinir Guds á ongum sinni
møtast skulu síðstu ferð!
Við hesum orðum lýsi eg frið yvir minnið um tey, sum ígjøgnum tíðina eru farin á henda hátt.
Óli A. Reinert á Geilini











