Deyðin kemur, og ofta halda vit, sum eftir sita, at hann kemur ov tíðliga. Soleiðis er eisini nú, Knút Olsen fór frá okkum. Hann var ikki gamal, og um sjúkan ikki hevði gjørt um seg, so kundu árini verðið fleiri afturat.
Deyðin kemur, og ofta halda vit, sum eftir sita, at hann kemur ov tíðliga.
Soleiðis er eisini nú, Knút Olsen fór frá okkum. Hann var ikki gamal, og um sjúkan ikki hevði gjørt um seg, so kundu árini verðið fleiri afturat.
Knút var altíð ein stillførur, blíður og skemtiligur persónur. Hann var ikki tann, ið veipaði mest við ørmunum, men hann sat altíð undir og hevði nógvar góðar søgur at siga frá. Hóast vit vóru skilmenn, so var tað ikki fyrr enn tey seinnu árini, at vit komu at kennast betri og tosaðu meiri saman.
Knút var sjálvstýrismaður um ein háls. Hann var býráðslimur í Klaksvíkar kommunu, sum varamaður okkurt tíðarskeiði. Hann gekk høgt upp í flokkin og okkum, ið ynsktu at gera mun í flokkinum. Tað kom meiri enn so fyri, at hann kom við góðum ráðum og hugskotum um, hvat best var at gera. Eisini hevði hann eina ørgrynnu av stuttligum og gevandi søgum frá fortíðini. At søgan bleiv søgd, gjørdi at vit vistu, hvat vit bygdu á.
Knút var ein sera trúfastur maður, og hann møtti altíð upp, tá ið boð vóru eftir honum. Sjálvur merkti eg hansara stuðul og gevandi hjarta. Hann var altíð við tí góða og uppbyggjandi. Eg minnist meg ongantíð hava hoyrt Knút tosað ilt um onnur fólk, heldur tosaði hann um evnini hjá teimum, og hvat tey vóru góð til.
Áðrenn Knút gjørdist sjúkur, plagdi hann at ringja til mín, ella um vit møttust úti, so fall prátið altíð inn á politikk. Hetta var altíð hugaligt, tí jaliga lyndið hjá Knúti var smittandi. Hansara eyðkenda lætta lyndi setti dám á hvørja løtu saman við honum.
Tá sjúkan av álvara byrjaði at gera um seg, gjørdist tað longri og longri í millum, at hann mintist øll tey tingini, ið vóru hend seinastu tíðina. Knút og pápi vóru systkinabørn, og tískil hevði Knút, sum unglingi, ofta vitja mostur sína á Biskopstøð. Hetta mintist hann líka til tað seinasta. Hóast tað nú eri eg saman við mínari familju, sum í dag búgva í hesum húsi, so kom tað meiri enn so fyri, at hann vitjaði yvir aftur til staðið, ið hann kendi frá fyrr, tað var nakað, sum lá í honum, og á hendan hátt fingu vit okkurt prátið inni hjá okkum.
Eg minnist serliga tað einu ferðina, stutt eftir at hann gjørdist sjúkur. Hann stóð uttanfyri hjá okkum í regni og vindi. Hann hevði gingið sær ein túr, og vildi koma at heilsa upp á meg. Vit bjóðaðu honum inn, og settust vit báðir við einum kaffimunni at práta um politikk. Hann vísti áhuga, hóast hann var sjúkur, og hóast hann ikki mintist alt. Hansara hjartalag var júst tað sama, sum tað altíð hevði verið, hóast plágaður av sjúku.
Fyri mítt viðkomandi setti Knút eisini andlit á øll tey mongu, ið liva við demens dagliga. Hetta er ein hervilig sjúka, ið bert tey kenna, ið liva tætt at henni.
Saknurin verður stórur, nú Knút er farin í Harrans hendur. Lívið hjá Knút fer at minna okkum, sum eftir sita, á Filippibrævið kapitul 4 og vers 5: “Milda sinni tykkara verði øllum menniskjum kunnigt! Harrin er nær!”
Eg hugsi um konuna Sáru og døtrarnar Maiken, Jonni og Káru og tykkara familjur. Harrin troysti tykkum í tíðini, ið stendur fyri framman.
Jógvan Skorheim




