Makliga kvøldlotið fekk pløggini á snórinum at leiftra. Eitt fjart hvin frá S-toksskinnarunum hoyrdist í kvirruni, ið hetta kvøldið valdaði yvir gassverksgrundini. Portrið inn í bakgarðin stóð opið, so eg hevði ljóðleyst smogið mær inn tann vegin.
Har, undir skugganum frá teirri risastóru lindini mitt í garðinum, sum so hábærsliga toygdi seg upp um takskeggið, stóð tann elligamli rustreyði brandposturin. Handan kastanjutrøini úthúsið.
Fáu fetini upp gjøgnum køkstrappuna fyltu meg við spenningi. Eg bankaði uppá, og ikki gekk drúgv tíð, áður enn at eg hoyrdi skav handan dyrnar, og so knappliga stóðst tú har. Lágvaksin og heldur krýkin. Stórliga bilsin beyðst tú mær innar.
Eg noyddist at greiða tær frá, at eg júst var heimkomin úr øðrum heimsparti, og drúgv løta gekk, áðrenn tú fataði, hvussu við visti, nú ið nærum eitt heilt ár var umliðið, síðan vit sóust seinast. Eg átti bert tað, sum eg gekk og stóð í, og var hungurstungin eftir drúgva flogferð um hálvan knøttin. So borðreiddi tú við alskyns góðum, og vit sessaðust inni í stovu tykkara, tveireinir í húsi hetta kvøldið. Eg hevði mangt og hvat at siga frá mínari fjakkaraferð:
Víddirnar á skinklandi tokferð mínari um Gobioyðimørkina, sum á ein og sama hátt høvdu tykst mær fjøtrandi og tølandi. Lukkukenslan av at fara strúkandi fram við aldandi rísakrum við útjaðaran av Hanoi og jarðskjálvtin á Sumatra, sum eg júst var sloppin undan.
Tú satst undir hvørjum orði og spurdi áhugaður nærri alla tíðina.
Hetta var fyrstu ferð, eg sannaði alsk tín til frásøguheimin. Og við hesum felags áhuga okkara fingu vit manga góða samrøðu í lag hesi seinnu árini, tá ið eg búleikaðist har um tykkara leiðir.
Tú komst frá heldur trongum korum. Yngstur av fýra systkjum vaks tú upp í lítlari tveymans íbúð á Skoleholdervej úti í arbeiðarakvarterinum í Nordvest. Men tær so líkt so hevði tú ongantíð annað enn alt gott at bera teirri tíðini. Lítillátin segði tú frá einum barnaheimi á tremur við hjartarúmi og nærveru.
Eftir soldátartíðina, sum tú altíð so hjartaliga og sympatiskt flenti at, fórt tú í læru á Københavns belysningsvæsen og endaði sum “kontorfuldmægtig”. Har vart tú so alt arbeiðslív títt í 48 ár. Tú giftist fastur mínari Tóru Dahl í 1966, og tit fingu synirnar Ole og Bo nakað eftir tað. Tit bygdu so eitt hugnaligt heim saman úti við gamla gassverkið á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, fyri endan av Sionsgøtu. Og har hava dyrnar altíð staðið opnar fyri øllum.
Fá hava sum tit bæði verið virkin í nærumhvørvinum. Við støði í kirkjuligum arbeiði har úti á leiðini skipaðu tit fyri ørgrynnu av tiltøkum. Altíð við solidariteti og samkenslu sum felagsnevnara. “Fristedet”, sum var eitt stað fyri heimleys at koma til ein matarbita og eitt prát, gingu tit høgt uppí í drúgt áramál, minnist eg. Tit tóku tykkum av illa støddum flóttum og vóru hollir stuðlar hjá mongum ellisborgarum har í nánd, sum at kalla ongan góðan áttu. Fólk í svárari kreppu við vónloysinum lýsandi úr eygunum sissaðust undir tykkara veingjarbreiði.
Tú vart eisini alt lívið sera virkin innan ítrótt. Sjálvur á unglingaárum ein framúr borðtennisleikari. Og eisini í hesum tátti fanst tú skjótt ræsur, ið førdu inn á hjálpararbeiði. Øll árini vart tú dyggur stuðul hjá mongum innan Dansk Handikap Idræt. Tú ferðaðist til stevnur um alla klótuna við hesum DHI-fólkum og fanst stóra gleði í hesum sjálvbodna arbeiði. Og sum tú so ofta hugleiddi: Tað ríkaði teg sum persón.
Alt hetta virkið fall tær og Tóru so ógvuliga lætt og natúrligt. Tað fekk tingini til at ganga upp í eina hægri eind, sást á øllum brøgdum.
Góðsemi var rótfest djúpt í tær. Og øll henda umsorganin bygdi á heilt serstøk evni til at reflektera og liva teg inn í støðuna hjá øðrum. Eg grundaði tíðum um, hví hetta fall tær so leikandi lætt, og eg kom sum oftast fram til, at eg helt upprunakelduna vera trúnna. Trúgv í breiðari merking, sum eg sá tað. Fastur fúsur í Sionskirkjuni, og sum sagt ómetaliga virkin har, men eg sá hjá tær eisini eina so kolosala trúgv uppá menniskjað. Tíni medmenniskju.
Heim tykkara er í dag á tremur við bókum, sum sigur sítt. Bókahillar í fleiri løgum út frá veggunum, og kjallarin fullur frá gólvi til loft. Bøkurnar vóru tín heilt stóri áhugi. Bibliofilur mundi tú um nakar kunna skírast at vera. Minnist, hvussu ið tú so errin kundi finna uppá at draga meg yvir at heilt serligu bókahillum tínum, um onkur serligur høvundur varð borin uppá mál í práti okkara. Har, handan fínar glasdyr, uppi á hillunum kundi tú til dømis tríva eftir fyrstu útgávum hjá H.C Andersen, Herman Bang og Henrik Pontoppidan. Ofta við heilt serligum dedikatiónum, sum tú gekst høgt uppí. Og altíð fylgdi so onkur søgan við.
Var onkur bók, sum eg ella onnur stríddust við at fáa hendur á, vart tú altíð hollur at heita á. Og sjáldan gekk long tíð, so lá bókin vís úti hjá tykkum.
Tú kendi hvørt antikvariat í býnum og vart fastur gestur á fleiri teirra. “Booktrader” inni í Skindergade kom ofta við einum løggi av reyðvíni, minnist eg at tú fortaldi, tá ið hann sá teg gloppa dyrnar. Við øðrum antikvari úti í Classensgade hjálpti tú til við árligu útgávuni av teirra bókmentatíðarriti, sum tú altíð so fróur komst og gav mær eitt eintak av um jóltíðir. Har skrivaði tú langar greinar um yndisrithøvundar tínar: Henrik Pontoppidan, Herman Bang, Benny Andersen o.a. Altíð so sera áhugavert og spennandi og ofta spunnið burturúr heilt serligum tilfari, sum tú hevði funnið antikvariskt. Eg minnist týðiliga fleiri av hesum tíðarskeiðum, har ið tú so íðin og hugagóður kundi sita til langt út á kvøldarnar og kýta teg við hesum tekstum, sum tíðum eisini blivu til fyrilestrar, ið tú helt við ymisk serlig høvi runt um í landinum. Við tíni framúr vøkru hondskrift satst tú í glámlýsinum og líkasum kíndi hvørjum setningi. Hetta hevði týdning. Og tú vart nokk langt síðan komin fram til ta niðurstøðu, at í hjartanum á bókmentum liggur humanisma. Hesin holli grundarsteinur undir øllum.
Eg eri fegin um allar tær mongu fjálgu og hugnaligu løtur, ið vit fingu saman úti hjá tykkum í Sionsgøtu. Tit vóru ein skattur at eiga í hasum fremmanda býi, sum eg so ofta vitjaði.
Tankar mínir reika í hesi tungu tíð til tín, Tóra fastur, og synir tykkara Ole og Bo við familjum.
Takk fyri alt Poul! Tú ríkaði av sonnum lív okkara.
Hvíl í friði.




