Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Minnisvarðin handaður Klaksvíkar Kommunu

Tekst og myndir: Oliver Joensen

Í samband við minnngarhaldið teirra sjólætnu á Syðradali 1. november í ár, fekk Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, ið sum kunnugt eisini hevur Kalsoynna í kommununi, handað minnisvarðan og økið har minnisvarðin stendur.

Síðani í oktober fyri 24 árum síðani, ella síðani í 1997, hevur ein minnisvarðanevnd á Syðradali arbeitt við hesum sera prýðiliga minni um fólk av Syðradali, ið eru deyð orsakað av vanlukku á sjógvi ella á landi.

Í minnisvarðanevndini hava sitið Jens Jacobsen, Ásbjørn Lómaklett, Solveig Hansen, Erik Eliasen og Paulina Eliasen.

Erik Eliasen læt á sinni økið til minnisvarðan og síðani fór nevndin undir at útvega pening til ætlanina um minnisvarðan. Longu 8. juli í 2000 var arbeiðið við minnisvarðan og økið rundanum liðugt. Tá arbeiðið var liðugt, varð alt arbeiðið og minnisvarðin sjálvur goldin, so nevndin hevði eftir tað onga skuld at dragast við.

Men eldsálir eldast og nú heili 24 ár eru gingin har hesi fólkini hava havt ábyrgdina og raksturin av minnisvarðanum um hendi, ynskti nevndin at Klaksvíkar Kommuna skuldi yvirtaka grundøkið, minnisvarðan og raksturin, men at nevndin framhaldandi skuldi standa fyri árliga minningarhaldinum.

Hesum játtaði Klaksvíkar Kommuna, so framyvir verður tað staðbundni maðurin hjá Klaksvíkar Kommunu, sum kemur at taka sær av røktini, helst saman við býargartnaranum. Nevndin hevur valt sær eykalimir, sum eru Andrias Eliasen, og Jana Maria Eliasen, Súsanna Lydersen, Marjun Lómaklett og Petra Klakkstein.

Í samband við yvirtøkuna, bleiv ein staðfesting undirskrivað av borgarstjóranum í Klaksvík, Karl Johansen og forkvinnuna fyri minnisvarðanevndina Poulinu Eliasen.

Sum sagt, so var ætlanin at minnisvarðin bert skuldi fevna um fólk við ættarbondum til Syðradal.

Ein steinur, sum Bárður, pápi Páll sjálvur hevði tikið Heimi í Bergi, varð settur við minnisvarðan á Syðradali. Páll sáli hevði ein langabba av Syðradali. Steinurin sæst á eini av myndunum: