Leygardagin 15. juni, verður minnisvarðin yvir tey, sum farin eru á sjónum og av øðrum vanlukkum, avdúkaður í Svínoy.
Edward Fuglø, listamaður, hevur sniðgivið minnisvarðan, sum er framleiddur í Týsklandi. Sjálvur minnisvarðin kom til Svínoyar í nátt við Sam.
Arbeitt verður nú við at stoypa fundament til minnisplátuna, sum fer at hava 52 nøvn á.
Í samband við avdúkingina fer Ritan at sigla fleiri eykatúrar 15. juni, og vóna vit at síggja nógv fólk í Svínoy hendan hátíðardagin.
Nærri kunning um skránna kemur seinni.
Nevndin fyri
Áhugafelagið fyri minnisvarða í Svínoy



