Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

MINNU Á HÆDD til minnis:

Eyðun Joensen, gamal klaksvíkingur í Havn

 

Í farnu viku andaðist óvæntað so enn ein javnaldrandi, góður vinur mín.Hesaferð Minna á Hædd (Johannesen).

Vit bæði byrjaðu  í 1948 í sama flokki í gamla Klaksvíkar skúla, eg yngstur og tá lítið skúlabúgvin, meðan Minna longu tá var væl vaksin og tað framligari, kát og sjermerandi, tó hon altíð dugdi sær hógv alt eftir umstøðunum.

Minnist einaferð, at lærarin hevði varnast meg teska eitthvørt skúlaúrslit til borðfelaga, og sum straff var eg settur hjá gentu, í tí føri Minnu, sum so ikki bøtti um støðuna, so vinsæl og prátingarsom, sum Minna allar sínar dagar av lyndi hevur verið.

Eftir kravdu skúlagongdina fór Minna fyrst, blaðung, í tá spildurnýggju, stórfingnu klædnabúðina (”magasengið”) hjá Kjølbro at selja  m.a. meturvørður og stásklæðir, og longu tá  sýndi Minna frálíkan lívlangan førleika at møta og fáast við fólk.

Seinri friseraði hon konufólkum , eins og hon , tá við egnum húski í Havn, í mong ár røkti álitisstarv í kundatænastuni í Skálabúðini, umframt eitt skifti var gekkavertur í KVF og virkaði sostatt innan slík  lívsyrki, har hon fekk brúkt sítt frágerða góða hegni at møta, samskifta og við síni ektaðu/ ósminkaðu sjarmu  fara um fólk.

Í hvør sínum egnum familjuhøpi blivu vit bæði staðsett í Havn: vit á niðara Ternuryggi og Minna við sínum húski nærhendis, vestarliga í Hoyvík.

Einkarsonur okkara (Rúni) kom tí eisini at ganga í sama skúlaflokki  sum Minnusa John, og vóru teir nátúrliga nógv saman í frítíðini heima hjá hvørjum øðrum eins og í felags skótalívi.

Tessvegna komu vit foreldur ikki sørt á gátt hjá hvørjum øðrum, og um ikki annað so bara sum hjá vanligum familjum við útiarbeiðandi foreldrum avheinta avkomið hjá hvørjum øðrum aftaná arbeiðstíð og áðrenn náttverða.

Bæði vóru vit, Minna eins og eg sjálvur ,av lyndi herviliga prátingarsom um lívssøgur og samfelagsviðurskifti og ikki minst við støði í felags upplivingum frá uppvøkstrinum í Klaksvík.

 Tó aloftast loyvdu aðrar skyldur og tíðartrot ikki slíkari dagdvølju, men eina ferð minnist eg Minnu sum ikki einaferð koma drønandi í sínum gamla bili í túnið her, bara bremsa og uttan at sløkkja motorin , bresta úthurðina upp og rópa á sonin  John um straks at koma heim við sær at eta náttverða og gera skúlating.

Tó vit bæði fullu, hóast ætlaða skundin,  sum so mangan  í  prát um farnar barna- og ungdómsdagar í Klaksvík.

Men, dekan  fari, vit kveiktu og sparraðu so frágerða væl hvønn annan, meðan tíðin leið í ólukkumát, og bilurin í túninum  ímeðan brendi tómur fyri bensin.

Og soleiðis var bara Minna, hóast vanliga  kvik og virkin og tað uttan óneyðugt roks og møsn.

 

Hvørt til sínar náðir, og børnini, par í part, vuksu til og búleikaðust uttanlands í framhaldsútbúgving, hareftir í egnum familjuhøpi, harvið samskiftið við Minnu og tey nátúrliga gjørdist minni og sjáldnari. Men hittust vit kortini, var alt við sama,góða lag: ópátikið, nærverandi, ósminkað, hugfarsligt og ikki minst skemtiligt  sínamillum orðaskifti um, hvussu vit øll høvdu tað, og annars um lívsins mongu forløg, og ongantíð minnist eg Minnu baktala nakran, tíansheldur síni nærmastu. Minna var  humoristur av rætta slagnum, sum er at kunna málbera seg um onnur stuttliga, tó við sóma og fløva, uttan at niðra onnur, men við sjálvsspeii í viðbót.

Tikið verður til, at av børnum skal sannleikin sigast, og hóast okkara Rúni nú er farin um tey fjøruti, og Karin í morgun ringdi til hansara í fjareystri um Minnu, so gav hann Minnu spontant tað eftirmæli, at Minna í lívi sínum var ein sannur brandur at klára lívsins avbjóðingar og ikki minst ein góð, vís og treytaleyst flógv mamma fyri síni børn.

 

Sum meðmenniskja og gott vinfólk verður Minna saknað av okkum, Karini, mær og okkara Rúna og Elini . Men hvíl nú í friði, góða MINNA , og verður hugnin í Himmiríki enn størri við eisini tær har.  Kærar heilsur og við samkenslu við avvarðandi , Eyðun Joensen.