Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjøl ella bomm í munninum

Danial Viðoy

Í gjárkvøldið dystaðust Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin í Perluni í Havn. Rás2 sendi beinleiðis. Hugaligt at fylgja einum kjaki, sum er í longri snóri enn vanligt. Báðir stóðu seg væl.

Í gjárkvøldið dystaðust Sjúrður Skaale fyri Javnaðarflokkin og Jørgen Niclasen fyri Fólkaflokkin í Perluni í Havn. Rás2 sendi beinleiðis. Hugaligt at fylgja einum kjaki, sum er í longri snóri enn vanligt. Báðir stóðu seg væl.

Tað er eingin loyna, at bæði Sjúrður og Jørgen eru væl skornir fyri tungubandið. Báðir vóru tí væl brynjaðir at føra síni sjónarmið fram, og dugdu báðir eisini væl at skjóta eftir hvørjum øðrum. Hetta var ein hólmgonga, so tað var líka sum lagt upp til ein ordans dyst við skotum á mál og taklingum.

Makrelurin, boykott, Danmark og Jacob

Jørgen Niclasen fanst m.a. at Sjúrði fyri at hava stuðla eini stjórn, sum hevur verið við til at boykotta Føroyar. At Sjúrður hevði møguleikan at venda stjórnini bakið, og minka um møguleikarnar hjá Helle Thorning at virka við fullum stuðli. Men hetta gjørdi Sjúrður ikki.

Sjúrður Skaale svaraði aftur at hann fekk stjórnina at semjast um at siga nei til eitt boykott. Sjúrður forsvaraði seg við, at tað er neyðugt við pragmatiskum loysnum í politikki. Ein maður av 179 kann ikki klára alt einsamallur. Jú, svaraði Jørgen, hygg bara eftir Jacob Vestergaard.

Mjøl ella bomm

Fyrr á kvøldinum fingu báðir uppgávuna at ”spilla” hvønn annan út. Sjúrður segði at Jørgen og Fólkaflokkurin tosa við mjøli í munninum. Eitt nú metir Fólkaflokkurin at tað ber til, at røkja bæði ein fólkatingssess og ein løgtingssess samstundis; tó við nógvum farloyvi í løgtinginum. Hetta metti Sjúrður vera at snakka við mjøli í munninum, tí sami flokkur sigur at borgarstjórar ikki skulu vera í løgtinginum.

Seinni í dystinum samanbar Fólkafloksformaðurin mjølið við eitt bomm. At Helle Thorning og Danmark kunnu boykotta Føroyar, bara Sjúrður fær eitt bomm. Tá er frægari at snakka við mjøli í munninum, helt Jørgen fyri. Tað er ikki gott at lata seg tøla av einum donskum meiriluta, tá ið heimlandið verður boykotta av tí.

Eitt gott kjak, har menn veruliga sluppu at lata seg í arbeiðshandskar og føra seg fram. Myndir: