Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir á flog í morgin

Jóhann Lützen

Føroya Tele deildin verður serva í gongd í morgin, tá Mjølnir tekur ímóti Fleyr í Badmintonhøllini

 

Talan verður um fleiri broytingar á liðnum. Leikandi venjarin Cristian Imhoff verður ikki við Mjølnir í ár. Hann er farin til Rumenia, har hann er blivin venjari hjá einum liði í bestu rumensku deildini. Cristian Barrios úr Kolumbia er heldur ikki við í ár, hann spælir í sponsku 2. deild. Nýggir á Mjølnir liðnum eru tveir póllendingar, men teirra loyvir eru ikki komin uppá pláss enn, so teir verða ikki at síggja á vøllinum í morgin. 

Mjølnir kvinnurnar byrja næsta vikuskifti. 

 

Dysturin Mjølnir – Fleyr byrjar kl. 13.00 í Badmintonhøllini í Klaksvík. 

Dysturin sæst á R4 hjá Televarpinum