Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mjølnir firma Cup 2005

Oliver Joensen

Leygardagin 17. sept. verður árliga firmakappingin í flogbólti, sum Mjølnir skipar fyri.

Hetta er 3.árið  kappingin verður fyriskipað, og hevur undirtøkan verið vaksandi, so vónandi verða tað enn fleiri fyritøkur, sum halda seg framat. Hetta er ein góður møguleiki hjá fyritøkum, at bjóða sínum starvsfólki ein hugnaligan dag, har kreftirnar verða brúktar eitt sindur annaðleiðis. Kappingin er ikki einans fyri fyritøkur í norðoyggjum, so er tað onkur aðrastaði frá, sum hevði tonkt sær at luttilið, so er ikki at halda seg aftur.
Leikt verður í KÍ høllini, og verða liðini býtt upp í bólkar, so at allar fyritøkurnar fáa nakrar dystir í part. Eftir bólkaspælið verður leikt eftir Cup skipani, inntil ein vinnari er funnin.
Tað verða leikarar frá Mjølni, sum koma at taka sær av øllum tí praktiska, ið hoyrir kappingini til, t.v.s døming, skriving o.ø. 
Kappingin er fyri bæði kvinnur og menn, treytirnar fyri at luttaka eru, at minst eitt konufólk er á liðnum, og at í mesta lagi ein leikari, sum leikti í bestu deildini seinasta kappingarár er á liðnum.  Tað kunnu í mesta lagi verða 3 leikarar á hvørjum liði, sum leiktu í landskappingini seinasta kappingarár.
Allar fyritøkurnar fáa eitt skreitblað, umframt at 3 tær bestu fyritøkurnar fáa heiðursmerki.  Seinasta freist at boða frá luttøku er týsdagin 13. september.

Boðast kann fra luttøku á TLF.   223463 ( Eyðbjørn Andreasen) Og 216602 ( Marjun Kalsø)
 
Tað er sera umráðandi fyri føroyskan flogbólt, at fjølmiðlanir skriva um hvat í rørir
seg í føroyska flogbóltsheiminum, so hetta skuldi verið ein gyltur møguleiki at sloppi at roynt seg inni á vøllinum. Seinasta ár hevði dimma eitt lið, og norðlýsið og sosialurin vórðu saman um eitt lið, men vónandi
verður annan fjølmiðul við í ár.