Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir gott hál á Toftum í dag

Jóhann Lützen

1.deild kvinnur, mansunglingarnir og besta mansliðið vunnu sínar dystir móti Ternuni á Toftum í dag

 

Fleiri av Mjølnir liðunum vóru á flogi í dag. Vit fingu eina mynd av mansunglingunum hjá Mjølnir. 

 

1.deild kvinnur

Løgdu fyri við at vinna sín dyst 3-1. Tær taptu fyrsta settið, men fingu síðani vent dystinum og vunnu næstu trý settini. Tær hava allar leikt á Meistaradeildini hjá Mjølnir í mong mong ár, so rutinan er øgilig. Og sjálvandi ongastaðni meira enn hjá Marjun Kalsø, the grand old lady innan flogbólt hjá kvinnum í Føroyum. 

 

Mansunglingar

Leiktu seinast og teir vunnu 3-1 á Ternuni. Teir taptu fyrsta settið og síðani vunnu næstu trý settini, júst sum 1. deild kvinnu. Settúrslitini vóru 14-25, 28-26, 25-22 og 25-22. Føðiketan upp á besta mansliðið sæst aftur hjá mansunglingunum hjá Mjølnir, har tríggir teirra longu hava roynt seg á besta liðnum. 

 

Polestar deildin

Soleiðis kallast besta mansdeildin í dag. Mjølnir vunnu 3-0 á Ternuni. Settúrslitini vóru 11-25, 18-25 og 20-25.