Í dag bjóðaði Karl H. Johansen, borgarstjóri til móttøku fyri Mjølnir, sum aftur í ár hava vunnið greipuna.
Nakað av fólki – viðhaldsfólk og spælara møttu seinnapartin í dag í býráðshøllini við stóra flotta steypinum. Borgarstjórin helt røðu fyri teimum, handaði teimum ein kekk (2 x kr. 5000,- vegna greipuna), blómutyssi og so ein góðan kaffimunn við frálíkum køkum.
Lagið var av tí besta og øll høvdu nógv uppá hjarta og høvdu nógv at fortelja. Sjálvandi vóru spælarnir errnir og glaðir, og kunnu nú rætta ryggin eina løtu.
Niðanfyri verður røðan hjá borgarstjóranum endurgivin:
Góðu leikarar, viðhaldsfólk, stuðlar og nevnd!
Seinastu tvey árini hava vit líka sum vant okkum við, at onki er vanligt.
Óvæntaðar støður er nærum blivinar dagligdagur.
Tí er tað so ótrúliga gott, tá vit uppliva, at nakrar støður standa við OG bara blíva betri.
Tað er bara eitt ár síðan, at vit seinast stóðu her og heiðraðu tykkum fyri 11 meistaraheiti.
Nú er talið 12 meistaraheiti! Men ikki nokk við tí.
Vit kunnu enn einaferð fegnast um, at tit aftur í ár vunnu greipuna.
Tað er heilt fantastiskt. Tríggjar greipur av fýra møguligum seinastu fýra árini – má sigast at vera heldur óvanligt.Hjartaliga til lukku við hesum megnar avriki!
Hetta seinasta árið hava tit enn einaferð víst heilt einastandandi gott áræði og góðan stríðsvilja.
Hetta er ikki fyrstu ferð, at tit prógva, at tit eru eitt meistaralið. Men tað ger ikki gleðina minni, tí vit vita øll, hvussu torført tað er at endurtaka eitt bragd.
Men tað megnaðu tit enn einaferð, og tað er ótrúliga flott klárað.
Sæð í bakspegilin, so vunnu tit meistaraheitið ógvuliga sannførandi. Men eg má siga, at seinna settið gjørdist ógvuliga nervapirrandi.
Í eini finalu kann jú alt henda, so eina løtu bleiv eg satt at siga sindur nervøsur.
Longu bólt “duellurnar” fingu helst onkran at hyggja burtur eina løtu. Men hóast hetta var spennandi, so var tað avgjørt enn meira imponerandi.
Í slíkum førum ræður um at halda høvdið kalt, og tað megnaðu tit við tykkara flotta spæli.
Góðu leikarar!
Tit eru fyrimyndir í felagnum!
Við tí uppgávuni fylgir ein ábyrgd, sum eg vóni øll meistaralið taka í álvara. Líka mikið ítróttargrein.
Nógv tilboð eru til ung, men tey støðast ofta best, har trivnaðurin er góður, har tey verða sædd og viðurkend av m.a. teirra fyrimyndum.
Tí liggur tað ein stór ábyrgd í, at vera ein ítróttalig fyrimynd, um felagið skal mennast.
Tá vit hyggja eftir einum felag, so hava vit lyndi til at hyggja eftir besta liðnum, men eftirfylgjandi verður hugt eftir, hvussu yngru liðini klára seg.
Tí tað er nevnliga ikki líka mikið, hvussu tað gongst teimum ungu. Vit eiga avgjørt eisini at rósa teimum fyri sítt avrik.
Eg vil í hesum sambandi nýta høvið at ynskja Gentum 14 a og b hjartaliga til lukku við steypa-sigrunum og við finaluplássunum í FM, sum rukku til silvurheiðursmerki hjá Gentum 14, Gentum 19 og mansunglingum.
Hetta ber brá av eini bjartari framtíð. Hjartaliga til lukku, øll somul!
Til stuttleika kann eg nevna, at Mjølnir kvinnur hava vunnið FM 21 ferðir, og er mest vinnandi kvinnulið. Mennirnir hava nú vunnið 12 ferð og tað er eisini mest hjá monnum.
Altso er Mjølnir mest vinnandi flogbóltsfelag í landinum. Sig so ikki tað!
Góðu tit øll!
Tit eiga rós og tøkk fyri tykkara ídni, sum er viðvirkandi til samanhald í býnum. Tað hevur stóran týdning fyri okkara lokalsamfelag, og skal als ikki undirmetast.
Vegna Klaksvíkar býráð vil eg enn einaferð ynskja tykkum hjartaliga til lukku við greipuni og takka fyri tær mongu góðu og spennandi løturnar, sum tit hava givið okkum áskoðarum.
Vit eru øll sera errin av tykkum og sjálvandi fegin um, at eitt ítróttarfelag í Klaksvík, enn einaferð hevur sett seg á tindin.
Takk fyri!
















































