Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir hópurin er væl fyri til FM finalurnar hóskvøldið og leygardagin

Jákup Ósá

Thorvald Danielsen, liðskipari, væntar tveir spennandi dystir móti ÍF. Hetta er fyrstu ferð í fimm ár, at menninir hjá Mjølnir eru í FM finalunum.

  

Norðlýsið hevur sett liðskiparanum, Thorvald Danielsen, nakrar spurningar undan FM finalunum, sum vera hóskvøldið og leygardagin.

 

 

Hvussu eru tit fyri til FM finalurnar?
– Eg haldi at vit eru so væl fyri sum vit kunnu verða til FM finalurnar. Ongin í Mjølnir hópinum hevur nakran álvarsaman skaða í løtuni, og tí eru allir leikarar tøkir til FM-finalurnar. Av tí at hópurin er skaðafríur, hevur hetta eisini gjørt venjingarnar góðar, har vit hava vant miðvíst fram ímóti FM finalunum. So tað er sjálvandi positivt, sigur Thorvald Danielsen.

Hvat fyri dyst væntar tú?
– Eg vænti tveir spennandi og tættar dystir í finaluni. Tað er sjálvandi eitt sterkt ÍF lið vit møta við nógvum royndum leikarum og einum breiðum hópi, men tá ið tað er sagt, so trúgvi eg uppá, at vit eru minst líka góðir sum teir. Styrkin hjá ÍF er teirra blokkur og verjuspæl, ímeðan okkara styrki er álopið. Av tí sama kann tað gerast tveir dystir, har bæði liðini vinna í øllum førum eitt sett í part. Tað vil siga, at eg vænti ikki nakran 3-0 sigur í hesum finalunum. Fáa vit okkara álop og móttøkur at rigga, so trúgvi eg uppá ein sigur til okkum. Hinvegin hevur ÍF tann fyrimunin, at teir ofta hava verið í slíkum FM finalum áður og kenna til at spæla undir slíkum trýsti, sum tað er, til FM. Um eg skal tippa, so vænti eg at liðini vinna hvør sín dyst, men at vit vinna tað gylta og avgerandi settið, sigur Thorvald Danielsen.

Hevur tað týdning at fáa góðan áskoðarastuðul?
– Tað hevur sjálvandi stóran týdning, at hava nógvar áskoðarar til dystirnar fyri at hjálpa og stuðla okkum. Áskoðarin hevur nógv størri týdning enn, hvat ein gevur sær far um, so tað hevði verið gleðiligt fyri okkum leikarar at sæð nógvar og larmandi áskoðarar til finalurnar. Ikki minst tí, at tað er 5 ár síðani seinast vit vóru í FM finaluni. So vit leikarar í hópinum halda, at nú er tíð uppá, at vit taka hatta steypið við okkum til Klaksvíkar, sigur Thorvald Danielsen við Norðlýsið.

 

 

 

 

FM-finalurnar í Meistaradeildini hjá kvinnum og monnum verða leiktar í Stórhøllini á Hálsi hósdagin 12. apríl og leygardagin 14. apríl. Leikt verður soleiðis:

Hósdagin 12. apríl
Kl. 18.00 Meistaradeild kvinnur Fleyr – KÍF
Kl. 20.00 Meistaradeild menn ÍF – Mjølnir

Leygardagin 14. apríl
Kl. 13.30 Meistaradeild kvinnur Fleyr – KÍF
Kl. 16.00 Meistaradeild menn ÍF – Mjølnir