Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir í FM finaluni

Jóhann Lützen

Mjølnir spælir fyrru finaluna um føroyameistaraheiti í Føroya Tele deildini í Klaksvík mikukvøldi kl. 19.30

Mjølnir hava verið flúgvandi í alt ár, og nú Føroya Tele deildin er liðugt spæld, liggur Mjølnir á odda við 10 stigum. 

Fyrr í ár vunnu Mjølnir steypakappingina og hava tískil møguleika at vinna greipuna. 

 

Um FM finalurnar

Nr. 1 og 2 spæla tvær finalur um føroyameistaraheitið. Fyrra finalan verður spæld á heimavøllinum hjá tí liðnum, sum endaði sum nr. 1 í sjálvari landskappingini. Seinna finalan verður spæld í Høllini á Hálsi í Havn.   

FM-finalurnar eru skipaðar soleiðis, at leiktir verða tveir dystir. Vinna liðini hvør sín dyst – og tað er líka mikið hvussu settúrslitini eru – verður leikt eitt avgerandi Gullsett beint eftir seinna dystin. Hetta settið er upp í 15, og tá fellur so avgerðin.