Harley
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir í oddabraki í morgin

Jóhann Lützen

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir spæla í Badmintonhøllini í morgin

 

Kvinnurnar hjá Mjølnir spæla ímóti KÍF og menninir hjá Mjølnir spæla ímóti SÍ. Kvinnurnar vunnu seinasta dyst ímóti Ternuni og við sigri á KÍF leggja tær seg undir liðina á TB á fjórða plássi. 

Hjá monnunum er tað nummar 1 móti nummar 2. Mjølnir móti SÍ. Eitt veruligt oddabrak har bert eitt stig skilir liðini í Føroya Tele deildini. 

Dysturin hjá kvinnunum byrjar kl. 13.00 og dysturin hjá monnunum byrjar kl. 19.00

Mjølnir hevur brúk fyri øllum stuðuli. 

Kom so Mjølnir