Mjølnir kvinnurnar taptu móti SÍ ígjár og tað merkir at Mjølnir møtir Dráttur í hálvfinalunum í Bónuskappingini
Í gjár var dystur millum Mjølnir og SÍ, har vinnarin slapp undan at møta Dráttur, sum er greitt oddalið í Føroya Tele deildini. SÍ vann 3-1 og tískil skulu Mjølnir leika móti Dráttur.
Mjølnir 1 – 3 SÍ: Settúrslit, 25-17, 26-28, 18-25 og 19-25
Hálvfinalur í Bónus kappingini verða í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 10. februar.




