Eisini menninir hjá Mjølnir hava leikt seg í hálvfinalurnar í Bónuskappingini
Fleyr og ÍF leiktu avgerandi dyst í gjár um hvør skuldi møta ávíkavist SÍ ella Mjølnir. Vinnarin av dystinum skuldi leika móti Mjølnir og taparin harvið SÍ. Fleyr vann dystin 3-0 og skal sostatt møta Mjølnir í hálvfinaluni. Hin hálvfinalan verður SÍ móti ÍF.
Hálvfinalur í Bónus kappingini verða í Badmintonhøllini í Klaksvík leygardagin 10. februar.




