Á aðalfundinum hjá Mjølni herfyri fegnaðust limirnir um góðu gongdina í felagnum. Mjølnir hevur 40 ár á baki komandi ár og er ætlanin tá at skipa fyri eini stórum føðingardegi.
Mjølnir hevði aðalfund mikukvøldið 22. november. Á skránni var millum annað góðkenning av ársroknskapinum og val av nevnd. Limirnir góðkendu rokniskapin og valdu síðani nevndarlimir.
Í nevndina komu Marjun Kalsø, Berit Norðoy, Jóhann Lützen, Vera Larsen og Gaja í Brekkuni.
Tiltakslimir vórðu eisini valdir og tey eru: Elisabeth Purkhús, Amanda Johannesen og Elisa Heldarskarð.
Tina Purkhús er umboðsfólk.
Nevndin skipaði seg við Jóhann Lützen sum formanni, Marjun Kalsø sum næstformanni, Berit Norðoy sum kassameistara, Veru Larsen sum skrivara og Gaju í Brekkuni sum nevndarlimi.



