Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir: Seðil nr. 143 vann

Jóhann Lützen

Karl Johansen, borgarstjóri trekti vinnaraseðilin til spildurnýggja Fiat 500 Dolcevita, virði 219.900 krónur

 

Seinastu tíðina hevur Mjølnir selt lutaseðil til fitta bilin og í góðveðrinum í kvøld trekti borgarstjórin vinnandi nummarið úr posanum. 

Komfort Bilar hava stuðla Mjølnir við bilinum. 

Vinnandi seðilin hevur nummar 143. 

Hepni vinnarin verður biðin um at seta seg í samband við Mjølnir á tlf 221991, at fáa lykilin til bilin. 

Mjølnir takkar øllum fyri stóra stuðulin.