Landsliðsflogbóltur verður á skránni alt vikuskifti og góða gongdin hjá Mjølnir seinastu árini sæst aftur á føroyska landsliðnum
Um vikuskifti luttekur flogbóltslandsliðið hjá monnum í sonevndu SCA-kappingini, sum verður hildin í Havn.
Føroyar spæla fyrsta dyst í morgin móti San Marino kl. 17.00 og dysturin verður vístur beinleiðis á Rás1 hjá Televarpinum.


