Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir tapti 3-2

Jóhann Lützen

ÍF vann tepurt móti Mjølnir í dag

Fitt av fólki høvdu leitað sær í Badmintonhøllina í dag. Tey sóðu ein javnan dyst, sum mátti út í ein javnbrótara, ið endaði 14-16. ÍF vann dystin og hava teir nú lagt seg undir liðina á Fleyr á øðrum plássi. Bæði liðini hava 16 stig í part. 

Mjølnir hava vunnið fimm dysitr og tapt tveir dystir í ár, men hava tó fingið stig í teimum báðum taptu. Mjølnir er oddalið og hevur 20 stig, men ein dyst minni enn ÍF og Fleyr. 

Mjølnir 2 – 3 ÍF, settúrslit 25-16, 20-25, 25-19, 22-25 og 14-16

Mikudagin spæla Mjølnir aftur í Badmintonhøllini. Tá koma toftamenn á vitjan.