Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir taptu ígjárkvøldið

Jóhann Lützen

Bæði kvinnurnar og menninir hjá Mjølnir máttu lúta fyri Fleyr í Badmintonhøllini í gjárkvøldi

Kvinnurnar leiktu kl. 19.00 og taptu 3-0 móti Fleyr. Kvinnurnar hava higartil tapt allar sínar dystir í ár, men tekin eru um framgongd á liðnum og fyrsti sigurin man fara at nærkast. 

Menninir lektu kl. 20.30 og taptu 3-2 móti Fleyr. Tá úrslitið er 3-2 í flogbólti, er talan um hálvan sigur og hálvt tap, hetta tí at vinnarin fær bert 2 stig ímeðan taparin fær 1 stig.  Mjølnir liggja einsamallir á odda í Føroya Tele deildini við 19 stigum. 

Hetta vóru seinastu dystirnr hjá báðum Mjølnir liðunum í ár