Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir tekur móti Fleyr

Jóhann Lützen

Kvinnurnar hjá Mjølnir leika sín fyrst dysti í Føroya Tele deildini. Dysturin byrjar í Badmintonhøllini kl. 14.00

 

Ragnar í Haraldstovu fer undir sítt næsta ár sum venjari hjá Mjølnir. Hann er bjartskygdur um gongdina á liðnum. 

– Vit hava eitt sera blanda lið. Bæði heilt ungar, sera rutineraðar onkur sum fær kjansin í ár. Vit hava mist tveir leikarar frá byrjunaruppstillingini ì fjør, men hava aðrar sum sleppa at royna seg ì teirra stað. Síðan í fjør sum var eitt gòðtikið ár hava leikarnir ment seg. Tær eru væl fyri og seriøsar. Vónirnar eru góðar, vit fara so inn á vøllin fyri at vinna hvønn dyst, so fáa vit at síggja hvussu langt tað røkkur, sigur Ragnar við Norðlýsið

 

Dysturin byrjar kl. 14.00

Dysturin sæst beinleiðis á R1 hjá Televarpinum