Mjølnir hevur fimm lið í steypafinalunum, sum verða leiktar í høllini á Hálsi um vikuskifti
Flogbóltssamband fyriskipar steypafinalur fyri tey yngru og eldru um vikuskifti. Byrjað verður longu fríggjakvøldi og hildið verður á bæði leygardagin og sunnudagin.
Mjølnir hevur fimm lið við hesaferð. Tey eru:
- Mansunglingar – Spæla fríggjakvøld kl. 20.30 móti SÍ
- Gentur 14 A – Spæla leygardagin kl. 12.30 móti Dráttur
- Meistaradeild Menn – Spæla leygarkvøld kl. 19.00 móti SÍ
- Dreingir 19 – Spæla sunnudagin kl. 15.30 móti SÍ
- Gentur 16 B – Spæla sunnudagin kl. 16.45 móti B71
Vit vóna at síggja nógvar Mjølnir fjepparar til ymsu finalurnar
Kom so Mjølnir!!







