Tær leiktu 10 dystir og vunnu allar
Sum myndin og leikaralistin avdúkar hava vit at gera við leikarar við drúgvum royndum, sera drúgvum royndum og síðani eisini sera, sera, sera drúgvum royndum á einum flogbóltsvølli.
Og burturúr rúgvuni mugu vit sjálvandi taka Frú Mjølnir – Vit tosa sjálvandi um Marjun Kalsø, sum hevur vunnið felagnum so nógvan heiður og tign ígjøgnum fleiri áratíggjur.
Tær hava verið einaráðandi í ár og hava vunnið allar dystirnar 10 dystirnar og enda sostatt við 30 stigum. Teir hava einans tapt 6 sett í alt ár.
Vit ynskja teimum hjartaliga til lukku við gullinum


