Seinastu vikuna hevur Mjølnir leikt tríggjar dystir og vunnið teir allar. Mjølnir fer í jólaferu sum einsamalt oddalið
Í gjár komu fuglfirðingar á vitjan og teir fingu onki við sær undir Leirvíksfjørð. ÍF eru hart raktir av skaðum og tað merkir teirra álopspart. Vukasin Nedelkjovic og Bjarni Larsen sótu báðir á bonkinum við skaðum, ímeðan Arthur D. Poulsen ikki var at síggja ígjárkvøldi.
Hesaferð hevði venjarin hjá Mjølnir, John Syderbø valt at byrja við Ólavur Jóhannesen á kantinum og hann kom væl frá uppgávuni. Steffan Rosenlund hevur meitt sær knæi so mikið, at hann er nógv darvaður av tí. Serliga hugaligt var at síggja teir báðar blaðungu Micah Lukama og Hanus Jógvansson fáa nakrar bóltar í armarnar. Teir avloystu veteranarnar Thorvald Danielsen og Páll Heðin í Grund.
Nu fer Mjølnir í jólaferiu sum oddalið. Í nýggja árinum byrjar steypakappingin, sum nú nevnist Bónus kappingin og síðani fer Føroya Tele deildin í gongd aftur.
Mjølnir 3 – 0 ÍF, settúrslit 25-20, 25-16, 25-17



