Greipuvinnararnir buldra víðari og vunnu ein sannførandi sigur í gjárkvøldið
Hugaligt var at síggja, at fleiri av ungu Mjølnir leikarunum spældu nógv og kláraðu seg væl. Steffan Rosenlund og Páll Heðin í Grund leiktu ikki við (skaði og sjúka) og teir ungu tóku av kjansinum Josiah Lukama á miðjuni og Ólavur Johannesen og Hørður Joensen á kantinum, umframt Eli Joensen sum libero. Teir komu væl frá uppgávuni.
ÍF vóru eisini merktir av skaða, teirra besti leikari Bjarni Larsen var ikki við. Sum skilst skal ÍF hava ein útlending aftrat, ein hevara, men trupulleikar eru at fáa hann úr krígsherjaða Ukraina.
Mjølnir 3 – 0 ÍF: Settúrslit 25-20, 25-12 og 25-13



