Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vann 3 – 1

Jóhann Lützen

Talan gjørdist um tættan dyst har Mjølnir tó at enda vóru drúgvari

Liðini fylgdust tætt í øllum settunum, men so gjørdist munurin á endaligu stigunum í hvørjum setti eini 5 í tali. Hjá ÍF leiktu hvørki Vukasin og Bjarni og hjá Mjølnir sat Steffan uttanfyri. Felags fyri hesar tríggjar er, at teir eru allir skaddir. Vukasin verður ikki at síggja á vøllinum aftur í ár, meðan tað er sannlíkt at vit fáa bæði Bjarna og Steffan í gongd aftur skjótt. 

Um vit skulu festa okkum við teir ungu, sum sleppa at royna seg, so kunnu vit nevna unga Jákup Árna Elisson Wang, sum kom inn fyri Cristian Imhoff á diagonalinum. Hann fekk m.a ein góðan hevara frá Thorvaldi og smekkaði bóltin í ÍF gólvið. Ein sera spennandi ungur og høgur (204cm) leikari, sum hevur flutt seg langt, undir kønu hondini hjá Cristian Imhoff, hóast hann nýligani er byrjaður av venja. 

Sigurin í kvøld merkir at Mjølnir liggur 3 stig aftanfyri Fleyr á fyrsta plássi. Sunnudagin leika okkara menn á Toftum móti Ternuni. 

Mjølnir 3 – 1 ÍF, settúrslit: 25-20, 25-19, 20-25 og 25-21