Mjølnir hevur nú vunnið tríggjar dystir á rað og hevur otað seg upp á 4. plássi í Føroya Tele deildini
TB 2 – 3 Mjølnir. Settúrslit 25/23 23/25 25/18 23/25 og 10/15
Mjølnir leikti sín seinasta dyst undan jóla- og nýggjárshøgtíðunum í Trongisvági í dag. Dysturin var javnur til fimta og avgerandi settið, tá dróg Mjølnir frá.
Mjølnir hevur nógvar álopsstreingir at spæla uppá, miðjurnar eru báðar sera høgar og kantarnir sláa hart og væl í gólvið. Liðið er í stórari menning og spennandi verður at síggja um tær ikki kunnu otað seg enn longur upp eftir stigatalvuni. Pottentiali er stórt á liðnum.
Túrurin norðaftur við Smyrli var hugaligur.





