Talan bleiv um ein spennandi og javnan dyst, sum Mjølnir at enda vann
Góða gongdin hjá Mjølnir heldur fram. SÍ var á vitjan, og teir komu betur frá byrjan og vunnu fyrsta settið. Thorvald Danielsen var ikki við og í hansara stað leikti Símun H. Poulsen. Nógvir av ungu monnunum fingu kjansin og ognaðu sær harvið týdningarmiklar royndir. Menningin á ungu leikarunum er eyðsýnd, og hon fæst einans við at geva teimum kjansin.
Mølnir vann annað og fjórða sett, og tí skuldi dysturin út í ein javnbrótara. Her vístu Mjølnir rutinuna og vunnu 15-10 hóast støðuna 9-9.
Mjølnir 3 – 2 SÍ, Settúrslit: 16-25, 25-18, 21-25, 25-17 og 15-10


