Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mjølnir vunnu tættan dyst

Jóhann Lützen

Finaluliðini frá í fjør hittust í Badmintonhøllini í kvøld. Talan gjørdist um ein tættan dyst, sum Mjølnir at enda vann 3-2

Fleyr vístu í kvøld hvør dugur er í teimum. Teir pressaðu greipuvinnararnar úr Mjølnir allan dystin og vístu hvussu til ber at spæla upp í móti sterka Mjølnir liðnum. 

Mjølnir legði út við at vinna fyrsta sett, men taptu síðan sítt fyrsta sett í ár. Triðja sett vann Mjølnir greitt, men so koyrdu Fleyr meira á motorin og vunnu fjórða sett. Dysturin varð avgjørdur við fimta setti, har einans verður leikt upp í 15. Áskoðarafjøldin hjá Mjølnir var nervøs, men tað eydnaðist at draga sigurin heim. 

Settúrslitini vórðu: 25-23, 21-25,  25-17, 21-25 og 15-11

Í mun til fyrstu tríggjar dystirnar fær Mjølnir ikki 3, men einans 2 stig á stigatalvuna. Hetta tí at Fleyr vunnu tvey sett.