Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Møguleikar og avbjóðingar í Norðoyggjum – politiskur kjakfundur

Nevndin í Norðoya Tjóðveldisfelag

Mikudagin 3. oktober kl. 19.00 verður spennandi kjakfundur á Tekniska Skúla í Klaksvík, har vit fara at varpa ljós á møguleikar og avbjóðingar innan ymisk øki í Norðoyggjum. Fundurin verður skipaður soleiðis, at fyrst fara seks fólk, sum hava royndir úr teimum ymisku økinum at tosa um sítt øki. Økini eru:

 

  • Desentralisering: Rani Nolsøe
  • Eldraøkið: Marna Ellingsgaard Jensen
  • Sálarlig heilsa: Súsanna Joensen
  • Útbúgving og ung: Deirdre Hansen
  • Fiskivinna: Anfinn Hansen
  • Ferðavinna: Pól Sundskarð

Hvør luttakari tosar 7-8 minuttir um sítt evni.

Síðan fáa politiskir flokkarnir orðið til at greiða frá sínari hugsan um evnið. Allir flokkar eru bodnir við – Fólkaflokkurin (Jákup Mikkelsen), Javnaðarflokkurin,Tjóðveldi (Óluva Klettskarð), Framsókn og Miðflokkurin (Karsten Hansen) hava játtað at senda umboð.

Aftan á ein steðg verður høvi at seta spurningar.

Fundurin byrjar kl. 19

Dávur Winther verður orðstýrari.