Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Mold undir neglirnar – mat á borðið

Tíðindaskriv

11. mai byrjar Moldmentanarskeiðið, fyrsta langa várskeiðið á Mat & Moldmentanarháskúlanum á Sandi. Hetta er eitt seks viku skeið, har vit fara at læra eina rúgvu um jørð og plantur, urtagarðar, kálgarðar, veltur, og tað, ið har hoyrir til.

Undirvísingin er skipað í tøttum samstarvi við Veltuna og onnur fakfólk, sum øll eru serkøn á sínum øki, og næmingarnir fáa alla tíðina høvi at royna í verki, tað sum teir læra. Høvuðsdentur verður lagdur á átuligar plantur, umframt at vit eisini læra um runnar, trø og blómur sum hoyra urtagarðinum til. Næmingarnir fara bæði at læra um vanligar veltingarhættir, sum vit kenna í Føroyum, og um permavelting, ið snýr seg um at skapa burðardygt, varandi jarðarbrúk, har vit royna at endurbyggja og styrkja lívfrøðiliga margfeldið, sum longu er ella eigur at vera í økinum. Vit læra um ymsar plantur, um hvørjum tær hava tørv á, um hvussu tær spæla saman við hvørja aðra, og seta síðani niður. Og so læra vit eisini um alt tað, ið skal til, fyri at tað, sum vit seta niður, fer at trívast. Vit læra at meta um jørðina, um lívd, um ymisk sløg av tæðing, um at veita vatn av, um ilting av jørð, og mangt mangt annað.

 

Mat & Moldmentanarháskúlin byrjaði sítt virksemi við næmingum í fjørheyst, og tað var áhugafelagið Veltan, sum var stigtakari til at seta skúlan á stovn. Endamál háskúlans er at veita næmingunum kunnleika og arbeiðshættir, sum stuðla honum í persónligu menningini, og gera hann tilvitaðan um sín lut í samfelagnum og náttúruni. Sjálvbjargni og burðardyggleiki er í brennideplinum, og alt, vit gera, hevur til endamáls at kanna og menna okkara evni at liva eitt frælst, vakurt, stuttligt, sterkt, livandi, andaligt, ríkt og sjálvstøðugt lív, í burðardyggum samspæli við alt livandi í okkara nær- og fjarumhvørvi. Næmingarnir á skúlanum húsast í Ísansgarði. Næmingar, starvsfólk og undirvísarar hjálpast at við at byggja upp og menna skúlan í felag.

Enn ber til at melda seg til Moldmentanarskeiðið. Vegna korona-umstøðurnar er næmingatalið sera avmarkað. Les meira á www.moldmentan.fo.