Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Molde-KÍ á stórskíggja í Badmintonhøllini

Tíðindaskriv

Kom við í Badmintonhøllina í dag kl. 18 og síggj KÍ spæla móti Molde. Har verður nógv fólk og nógvur rómur.

Í kvøld týskvøldið kl. 18.00 spælir KÍ seinna dystin ímóti Molde, sum kann geva KÍ liðnum pláss í play-off umfarinum í Champions League.

Stórur skermur verður settur upp í Badmintonhøllini, soleiðis at so mong sum møguligt kunnu savnast um hesa stórhending.

Kurvabóltsfelagið í Klaksvík, Hávur, stendur fyri kaffisølu, sunkist við onkrum afturvið, og Bláa Bylgja, tey sum ikki eru farin til Molde, vera við til at seta góðan dám á løtuna.

Latið okkum gera løtuna bláa og savnast um hesa søguligu løtu.