Hóast Føroyar spældu gott smáspæl stóran part av fyrra hálvleiki, so var tað Moldova, sum skapti málmøguleikarnar og tí vann uppiborið.
Gott spæl uttan málmøguleikar
Føroyar løgdu sera væl fyri í spælinum og leikararnir funnu hvønn annan væl. Teir tríggir nýggju á miðjuni, Brandur H. Olsen, Jákup B. Andreasen og Andrass Johansen, gjørdu góðan mun í fótbóltsspælinum. Hesin parturin hevur kanska ongantíð áður verið so góður undir Håkan Ericson sum hendan hálvleikin. Men eitt manglaði og tað var at skapa stórar málmøguleikar. Jóannes Bjartalíð var nærmast við einum góðum langskoti, sum endaði á tværstongini. Í grundini var Moldova nærri at skora, tí tvær ferðir var heilt nær, tá teir revsaðu, at føroyingar mistu bóltin í uppspælinum.
Moldova hevði skarpan álopsleikara
Í hálvleikinum var ein útskifting. René S. Joensen kom inn á høgra bakkin fyri Gilla R. Sørensen, sum fekk trupulleikar í lærkrikanum. Í 53. minutti bleiv 1-0 til Moldova. Jákup B. Andreasen misti bóltin langt frammi og so gekk skjótt. Ion Nicolaescu, sum spælir í bestu deildini í Hollandi, trekti væl framvið Odmari Færø og trillaði uppá tvør til Vadim Rata, sum kundi trilla bóltin í málið. Júst Ion vísti fleiri ferðir, hví hann spælir á hægri stigi enn flest allir hinir á vøllinum til dagligt. Eftir málið var tað sum um at luftin fór úr føroysku ballónini, tí langt bleiv nú millum væl spældu føroysku álopini og fáar góðar royndir vóru.
1-0 til Moldova gjørdist úrslitið og hyggur man eftir málmøguleikum, so var tað eisini uppiborið. Tí hóast Føroyar spældu væl fyrsta hálva tíman, so komu ikki nóg nógvir málmøguleikar burturúr. Úrslitið ger nokk eisini, at Føroyar enda aftast i bólkinum.




