Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Moldvínsverkstova á Norðurjólum!

Jóhann Lützen

Gløgg, Mulled Wine, Glühwein, Vin Chaud. Ja, hesin flógvi og stimbrandi drykkur hevur nógv heiti, alt eftir hvar í verðini tú smakkar hann. Á Mat og Moldmentanarháskúlanum er drykkurin sjálvandi doyptur Moldvín!

Tí heldur Mat og Moldmentanarháskúlin Moldvínsverkstovu á Norðurjólum, kom og lær at gera Moldvín frá botni!
Eisini selja vit feskt grønmeti frá Veltuni (Ja, á Sandi veksur grønmeti enn í hesum myrku døgum)

Kl. 15.00 -17.30: Selja grønmeti frá Veltuni og Moldvíns smakki royndir eru at fáa.

Kl. 17.00 – 18.00: Moldvínsverkstova

Vit síggjast á Biskupstorgi í Klaksvík 3. desembur!